Ukraina kann fáa nýggjar rakettir at verja seg við

Nú er upp á tal, at Ukraina fær bumbur á veingjum - glíðibumbur, róptar - sum røkka málum 150 kilometrar burturi. Hesar kunnu røkka málum bæði á Krim-hálvoynni og í Russlandi.

 

 

Tað er norska kringvarpið, NRK, sum í kvøld skrivar um hesar bumbur, nevndar GLSDB, ið hava verið undir menning síðan 2014, og nú eru so neyvar, at tær kunnu raka mál við einum skeivleika á bert ein metur. 

 

Hesar bumbur hava 113 kilo av spreingievni hvør.

 

Reuters, sum NRK endurgevur, veit at siga, at bæði Boeing og Saab gjarna vilja lata Ukraina hesa vápnaskipan, men tey vilja ikki lata Ukraina bumburnar ókeypis. Framleiðararnir ynskja, at tað verður USA, sum keypir bumburnar og letur tær til Ukraina.

 

GLSDB-bumburnar verða skotnar av sama akfari, sum Himars verða skotnar av, og Ukraina hevur í eina tíð havt Himars-skipanina, sum longu hevur verið til stóra nyttu hjá ukrainsku verjuni móti russiska hersetingarvaldinum.

 

Tá rakettirnar eru skotnar, "glíða" tær fram til málið, og tær eru eitt nú gps-stýrdar. Tá rakettmotorurin er útbrendur, skilir hann seg frá bumbuni, sum síðan heldur leiðina fram móti málinum.

 

Ukrainar siga, at vápnini, sum landið hevur fingið úr USA, hava verið til stóra nyttu. Síðan í summar hava ukrainar eitt nú brúkt Himars-skipanina og skipanina, sum verður rópt M270, og við hesum báðum skipanunum hava teir sent nógvar hundrað rakettir eftir russisku deildunum.

 

Hesar rakettskipanir vera sagdar av vera ein orsøkin til, at tað herfyri eydnaðist ukrainska herinum at reka russisku deildirnar úr Kherson. 

 

Ukrainar hava ferð eftir ferð biðið um at fingið rakettskipanina, Atacms, sum vesturheimurin eigur stórar goymslur av. Men, tað eru politiskar orsøkir til, at Ukraina ikki hevur fingið hesa vápnaskipan. 

 

Joe Biden, forseti í USA, segði longu síðst í mai, at USA fer ikki at lata Ukraina vápn, sum gera tað møguligt hjá ukrainsku deildunum at røkka málum í Russlandi.

 

Við Atacms-skipanini kundi ukrainski herurin rokkið málum langt inni í Russlandi, eins og hesar rakettir kunnu røkka øllum málum í Ukraina, sum Russland hevur hersett. Men, tað kann GLSDB-skipanin ikki.

 

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá norska kringvarpinum - www.nrk.no

 

##med2##

 

 

 

Við Atacms-skipanini, sum Ukraina hevur biðið um, kann herurin røkka málum langt inni í Russlandi.