Ukraina: Fleiri rakettálop á Mykolajiv

Fríggjadagin segði borgarstjórin, at harðir bardagar eru í pørtum av býnum.

 

Borgarstjórin í ukrainska havnabýnum, Mykolajiv, Oleksandr Senkevych, sigur, at russar hava framt fleiri rakettálop á býin í morgun.

 

Tað skriva ukrainskar tíðindastovur.

 

Fríggjadagin segði borgarstjórin, at russiskar herdeildir hava tikið seg inn í havnabýin, og í einum filmsbroti skal borgarstjórin hava sagt, at harðir bardagar eru í pørtum av býnum.

 

- Men, lat okkum ikki óttast, skal hann hava lagt aftrat.

 

Sambært Wikipedia er Mykolajiv havnabýur har suðuri í Ukraina við Svartahavið, og í økinum býr ein sløk hálv miljón.

 

Sagt verður, at Mykolajiv er týdningarmikil býur og miðstøð fyri skipabygging við Svartahavið.

 

##med2##