Ukraina hevur bumbað russiska oljupumpustøð

Ukrainskar dronur hava rakt eina oljupumpustøð í russiska økinum Tatarstan, sum liggur meira enn 1.200 kilometrar frá markinum millum Russland og Ukraina.

Tað segði ein ónevnd kelda frá ukrainsku fregnartænastuni SBU fyrr í dag.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Sambært kelduni er støðin eitt týðandi amboð hjá oljuleiðini Druzhba, sum flytur russiska olju gjøgnum Ukraina til Ungarn og Slovakia.