Russiska verjumálaráðið veit í dag at siga, at Ukraina hevur latið 106 russiskar krígsfangar leysar.
Tað upplýsir verjumálaráðið á Telegram.
Krígsfangarnir skulu sum skilst flytast til Moskva við hernaðarflogfari, og her skulu teir fáa viðgerð á hernaðarligum sjúkrastovnum.
- Allir teir leyslatnu krígsfangarnir fáa neyðuga medisinska og sálarfrøðiliga hjálp, siga tey í russiska verjumálaráðnum.
Einki verður sagt um, hvør orsøkin er til, at Ukraina letur hesar 106 russisku krígsfangarnar leysar.