Ukraina krevur at rænd børn aftur úr Russlandi

Sambært Ukraina hevur Russland ólógliga noytt hundraðtals børn til Russlands. Tey skulu heimaftur, krevur Ukraina

Ukrainska sendinevndin á øðrum umfari av samráðingunum í Istanbul við verjumálaráðharranum Rustem Umerov á odda. - Mynd: Murad Sezer/Reuters

Undir samráðingunum í turkiska býnum Istanbul í dag hevur Ukraina givið Russlandi ein lista yvir ukrainsk børn, sum Ukraina vil hava aftur til heimlandið.

Soleiðis skrivar stabsleiðarin hjá ukrainska forsetanum, Andrij Jermak, á X.

- Í dag undir samráðingunum í Istanbul handaði ukrainski parturin alment ein lista við ukrainskum børnum, sum skulu latast aftur úr Russlandi, skrivar hann.

- Vit tosa um hundraðtals børn, sum Russland ólógliga hevur burturflutt, tvingsilsflutt ella heldur í fyribils hersettum økjum.

Ukraina krevur at fáa børnini heimaftur sum liður í eini framtíðar friðaravtalu við Russland.

Zelenskyj, forseti, segði í kvøld, at ukrainska sendinevndin hevur givið russarum ein lista við nøvnunum á næstan 400 børnum, sum Ukraina vil hava aftur.

Sambært honum hevur russiska sendinevndin bara játtað at arbeiða við at senda tíggju av børnunum til Ukraina.

Áður hevur Russland sagt, at ukrainsk børn eru flutt til Russlands fyri at verja tey fyri bardøgunum í Ukraina.

Altjóða revsirætturin (ICC) í Haag gav út handtøkuboð móti russiska forsetanum, Vladimir Putin, í 2023.

Rætturin ákærir Putin fyri krígsbrotsverk í sambandi við tvingsilsflutningar av ukrainskum børnum.

ICC krevur eisini, at russiski barnarættindakommisserurin, Maria Lvova-Belova, verður handtikin.

Umboð fyri londini bæði hittust fyri aðru ferð í Istanbul í dag.

Fundurin vardi ein lítlan tíma, sigur ein talsmaður fyri turkiska uttanríkisráðið, sambært tíðindastovuni AFP.

- Fundurin er liðugur. Tað endaði ikki negativt, segði talsmaðurin Oncu Keceli seinnapartin.

Ukraina og Russland eru eisini vorðin samd um eitt nýtt fangaskifti, sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov, sum stendur á odda fyri sendinevndini hjá Ukraina.

Hetta skiftið snýr seg um álvarsliga særdar krígsfangar og ung, leggur hann afturat.

Leiðarin á russisku sendinevndini, Vladimir Medinsky, sigur sambært Reuters, at russiska síðan fer at lata leysar "ikki færri enn 1.000 hermenn".

Harumframt fara londini bæði at lata líkini av 6.000 deyðum hermonnum. Hetta søgdu bæði Umerov og Medinskij.

Eftir fyrsta fundin í Istanbul í mai framdu londini bæði higartil størsta skiftið, tá tey lótu hvør sínar 1.000 fangar leysar.

 

/Ritzau/

 

Ukrainska sendinevndin á øðrum umfari av samráðingunum í Istanbul við verjumálaráðharranum Rustem Umerov á odda. - Mynd: Murad Sezer/Reuters