Ukraina ov korrupt til at gerast limur í NATO

Boðini verða givin, tá NATO-toppfundur verður í Washington í næstu viku

Týsdagin, 9. juli byrjar árligi toppfundurin hjá NATO, sum hesuferð verður hildin í Washington. Í ár eru tað 75 ár síðani, at NATO-samgongan varð sett á stovn í júst Washington í 1949. Á fundinum hittast allir stjórnarleiðarar í NATO-londunum, har teir fara at viðgera strategisku kósina hjá NATO og tey stórmál, ið eru fyri framman. Teir skulu millum annað viðgera fíggjarviðurskiftini hjá NATO og hernaðarligu hjáveruna hjá NATO í eysturevropa.

 

Sambært dulnevndum keldum í amerikanska uttanríkisráðnum, ið The Telegraph hevur tosa við, so fer Ukraina at fáa boð um, at samráðingar um ukrainskan limaskap í verjusamgonguni enn ikki kunnu koma uppá tal. Orsøkin er, at landið framvegis er ov korrupt. Zelenskyj hevur annars sett eina røð av nýskipanum í verk, til tess at basa korruptión í landinum. Eisini eru fleiri herovastar og embætisfólk koyrd frá vegna illgruna um korruptión.

 

The Telegraph skrivar, at hetta er ein “dyggur smeitur” fyri Ukraina. Sambært keldunum hjá blaðnum verður hendan niðurstøðan partur av yvirlýsingini, sum stjórnarleiðararnir fara at samtykkja og senda út eftir fundin.

 

Felagsskapurin Transparency International ger hvørt ár ein lista yvir, hvussu korrupt heimsins lond eru. Í nýggjastu útgávuni av listanum, sum nevnist “Corruption Perception Index, flutti Ukraina seg 12 pláss rætta vegin, og er nú á einum 104. plássi út av 180 – omanfyri lond sum Bosnia-Herzegovina og Turkaland. Russland liggur á einum 141. plássi.