Ukraina sigur seg hava forðað russiskari kvettroynd

Fýra fólk eru handtikin fyri at hava ætlanir um kvettroynd í Ukraina, upplýsir fregnartænastan.

Sambært The New York Times upplýsa ukrainsk umboð, at endamálið hjá teimum mistonktu gerningsmonnunum var at skapa kaos fyri at undirgrava álitið á stjórnina. (Savnsmynd). - Mynd: Friedemann Kohler/Ritzau Scanpix

Ukraina hevur forðað enn eini russiska roynd at elva til ófrið fyri at fella stjórnina í høvuðsstaðnum í landinum, Kiev.

Tað boðaði ukrainska fregnartænastan SBU frá mánadagin, skrivar miðilin The New York Times.

SBU hevur handtikið fýra fólk, sum eru skuldsett fyri at vilja skapa ófrið, hertaka tjóðartingsbygningin og koyra frá hernaðarligu og politisku leiðsluna í Ukraina.

Umboð fyri Ukraina lýsa royndina sum eina áminning um, at meira enn tvey ár eftir, at innrásin byrjaði, hevur Russland framvegis ætlanir um at fella stjórnina hjá Volodymyr Zelenskyi, forseta.

SBU hevur ikki almannakunngjørt nógvar smálutir um ætla kvettroyndina.

Talsmaðurin hjá SBU, Artem Dekhtjarenko, sigur sambært The New York Times, at teir mistonktu gerningsmenninir ætlaðu at hava eina eftir øllum at døma friðarliga mótmælisgongu í miðbýnum í Kiev.

Ukraina hevur fleiri ferðir áður greitt frá líknandi royndum at kollvelta stjórnina - eisini áðrenn innrásin byrjaði í februar 2022.

Ógreitt er, hvussu tað eydnaðist gerningsmonnunum at sleppa inn í hart varda ukrainska tjóðartingið.

Ukrainsk umboð siga, sambært The New York Times, at endamálið skal vera at skapa kaos fyri at undirgrava álitið á stjórnina.

Ákæruvaldið hevur ikki almannakunngjørt nøvnini á mistonktu gerningsmonnunum.

Tað er tó komið fram, at ein av teimum handtiknu var leiðari í einum fakfelag og hevði frammanundan roynt at sett provokerandi tiltøk í gongd.

- Hann leigaði høli í Kiev við plássi til upp til 2.000 fólk og bað um hjálp frá privatum hermonnum og trygdarfólkum, stendur í fráboðan frá ákæruvaldinum sambært The New York Times.

 

/ritzau/

 

Sambært The New York Times upplýsa ukrainsk umboð, at endamálið hjá teimum mistonktu gerningsmonnunum var at skapa kaos fyri at undirgrava álitið á stjórnina. (Savnsmynd). - Mynd: Friedemann Kohler/Ritzau Scanpix