Í vikuni er ukrainski verjumálaráðharrin, Denys Sjmyhal, í Bodø í Noregi.
Her hevur hann fundir og hittir starvsbrøður í evropeisku verjusamgonguni, sum verður rópt JEF.
JEF - ella Joint Expeditionary Force - er undir bretskari leiðslu og hevur sítt fokus á eitt nú Eystursjógvin, Norðuratlantshavið og havleiðirnar norðanfyri.
Í morgun er avtalan undirskrivað í Bodø, har Ukraina nú verður formellur partur av Joint Expeditionary Force (JEF).
Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, sigur, at avtalan styrkir samstarvið millum londini, sum eru partur av henni.
- Avtalan tryggjar eisini, at vit kunnu "handla" skjótt og effektivt saman við okkara sameindu, íroknað Ukraina, leggur hann aftrat.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.










