Henda myndin er ikki frá spreingingum á Krim-hálvoynni í kvøld, men fyrr í hesi vikuni. Ukrainar hava javnan lopið á hernaðarmál á Krim seinastu vkuna, og alt bendir á, at álopini fara at halda fram.

Ukrainar hótta aftur Krim-hálvoynna við dronum

- Orsøkin til spreingingarnar í kvøld er ein "spesialoperatión", sum ukrainska marinan og fregnartænastan standa aftanfyri, siga ukrainar.

 

Henda myndin er ikki frá spreingingum á Krim-hálvoynni í kvøld, men fyrr í hesi vikuni. Ukrainar hava javnan lopið á hernaðarmál á Krim seinastu vkuna, og alt bendir á, at álopini fara at halda fram.

Í kvøld hoyrist um, at fleiri spreingingar hava verið við býin, Sevastopol, á hertiknu hálvoynni, Krim í Svartahavinum.

 

Tað var í 2014, at russar tóku Krim-hálvoynna frá Ukraina. Í ferkilometrum er Krim eitt vet minni enn Jútland og nakað størri enn Ísrael.

 

Í einari útsøgn, sum Reuters endurgevur, sigur russiska verjumálaráðið, at russiska loftverjan í kvøld hevur skotið niður tvær ukrainskar dronur.

 

Lagt verður aftrat, at dronurnar vórðu skotnar niður yvir útsynningspartinum av Krim.

 

Ukrainar siga, at orsøkin til spreingingarnar á Krim eru ein "spesialoperatión", sum ukrainska marinan og fregnartænastan standa aftanfyri.

 

Í kvøld sigur russiska verjumálaráðið, at ein ukrainsk drona eisini er skotin niður yvir russisku Belgorod-regiónina. 

 

 

 

Henda myndin er ikki frá spreingingum á Krim-hálvoynni í kvøld, men fyrr í hesi vikuni. Ukrainar hava javnan lopið á hernaðarmál á Krim seinastu vkuna, og alt bendir á, at álopini fara at halda fram.