Ukrainskir kavarar viðganga atgerð á rørleiðingarnar

Sambært Berlingske er hetta fyrstu ferð, at ukrainar fortelja um herverksátakið nærindis Bornholm á heysti í 2022

Ukrainskir kavarar viðurkenna í einari nýggjari bók, at tað vóru teir, sum staðsettu tíðarstillaðar spreingiløðingar á russisku gassrørleiðingarnar, Nord Stream 1 og 2, í Eystursjónum.

 

Tað veit Berlingske at siga.

 

Sambært ávísini er hetta fyrstu ferð, at ukrainar fortelja um herverksátakið nærindis Bornholm á heysti í 2022, sum rakti gassflutningin úr Russlandi til Týsklands.

 

Spreingingarnar av gassleiðingunum vórðu kannaðar av bæði Danmark, Svøríki og Týsklandi, men eftir hálvum øðrum ári gjørdu bæði Danmark og Svøríki av at enda hetta kanningararbeiðið.

 

- Í Danmark varð sagt í stuttari fráboðan, at grundarlag var ikki at fara víðari við málinum, veit Berlingske at siga.