Ulrich er ikki tann sami

Týski súkklumaðurin Jan Ulrich er ikki tann, sum hann einaferð var, og hann hevur fingið fleiri vánalig úrslit í ár. Einaferð var hann sterkasti súkklarin í heiminum, men nú hevur hann ilt við at fylgja við teimum bestu. Heldur ikki í einkultstartinum er hann millum teir longstu longur, og í kappingini Kring Romandíið um vikuskiftið var hann langt afturi í røðini í endaligu støðuni. Fyrireikingarnar eru tí ikki av teimum bestu undan teimum stóru súkklukappingunum í summar.