Um eina løtu byrjar Summar Festivalurin

Lukas Graham spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í kvøld.

 

í kvøld kl. 20.00 verður fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali. Annika 
Malunardóttir fær heiðurin at seta hol ársins Summar Festival, og í­ kvøld 
verða eisini konsertir við Lukas Graham, Marius, Kristel Lisberg, Byrta og 
Hanus G. Johansen. 




Hetta er tólvtu ferð, at Summar Festivalurin verður hildin. Festivalurin í­ 
Klaksví­k hevur ment seg til at verða størsta tónleikatiltak í­ landinum, og 
aftur í­ ár verður roknað við sera nógvum fólki. 



Stóra navnið á skránni í­ kvøld er poppsangarin Lukas Graham, sum er eitt 
tað heitasta navnið á okkara leiðum í løtuni. Lukas Graham spælir á Vágsbøi  kl. 22.00 í­ kvøld.