Eitt lágtrýst, 970 hPa, í ein landsynning úr Føroyum fer í ein landsynning. Tvey minni lágtrýst liggja í ein landnyrðing úr Føroyum og fara í ein landsynning. Kaldari luft við ælaveðri streymar eina tíð inn yvir Føroyar av norðri. Frá hósdegnum koma fleiri smærri lágtrýst inn yvir Føroyar av vestri og seinni ein kaldur streymur av landnyrðingi sunnudagin. Mánadagin kemur ein hátrýstsryggur inn yvir okkum.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin minkar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um náttina eitt lítið lot av eysturætt, undir 6 m/s. Samdrigið og okkurt æl, møguliga vátaslettingur, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig í støðum.
Í morgin
Lot til andøvsgul av ymsum ættum ella eysturætt, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, møguliga sum vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig í støðum.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, sum út á dagin veksur í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig í støðum.
Leygardag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Regn- ella vátaslettingur, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina um frostmarkið í støðum.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum minkar í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, um kvøldið øtlar hann vindin í hvassan vind, um 15 m/s. Fyrst sólglottar og okkurt æl, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 9 stig.