Eitt brúgvalag við regni yvir Føroyum fer í nátt í ein landsynning, meðan tað viknar. Tilhoyrandi brúgvalagið í ein landsynning yvir Føroyum liggur nærum stilli og komandi dagarnar verður kaldari veður við vetrurælum. Hesa vikuna mennist eitt hátrýst yvir norðara partinum av Skandinavia og sum frá líður fáa Føroyar møguliga nakað av sól.
Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður meginpartin av tíðini, men út á dagin verður vátaslettingur ella kavi og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið ella vátaslettingur og kavi, men sum frá líður onkur sólglotti. Hitin um 3 stig. Um náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Okkurt kavaælið og hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettingur ella kavi og hitin um 2 hitastig. Um náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av eystri og landnyrðingi. Framvegis okkurt hissini kavaælið og hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 1 m/s, seinni av landsynningi. Yvirhøvur turt og onkur sólglotti og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av eystri og landsynningi. Samdrigið og ælaveður, partvís sum vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur tut og onkur sólglotti og hitin um dagin um 3 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.