Um »Glade Hjørne« oman á Bryggjubakka

Hann er farin úr klædninginum og í gummistilvarnar - fyrr í ár tók Jákup Jakobsen - Jákup av Kamarinum við leiðsluni av handlinum hjá Føroya Fiskimannafelag - Samvinnufelagnum. Jákup Jakobsen hevur seinastu 31 árini selt slips, skjúrtur og klædningar, men hevur nú av sonnum hálsað um

Hóast hann ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár.

Vit tosa um Jákup Jakobsen, ella Jákup á Kamarinum í Havn, sum fyrr í ár tók við leiðsluni í handlinum hjá Fiskimannafelagnum, »Samvinnufelagið« á Bryggjubakka í Havn. Jákup starvaðist í handlinum hjá Gundur í 13 ár og rak sjálvur handilin víðari í 18 ár. Í august í ár lat handilin aftur.


Av fýra teimum fyrstu klædnahandlunum

Jákup Jakobsen fór sum 15 ára gamal í læru sum goymsluavgreiðslumaður hjá Einari Storr í Havn. Hetta var í 1962 og varð hann útlærdur í 1966. Seinni sama árið - tað var tann 1. desember 1966 byrjaði hann í tí starvi, hann hevur verið kendur fyri síðani - sum klædnahandilsmaður í Havn.

Tað var Gunder Johansson, sum tann 6. desember 1966 lat upp nýggjan klædnahandil í Havn. Hetta var í nýggja bygninginum, sum Dánjan Petersen hevði bygt við síðuna av Havnarbasarinum - har húsini hjá Ísaki stóðu. Og Jákup Jakobsen var í handlinum hjá Gunder frá byrjan. Samstundis lótu upp Skóbúðin og handilin Joto.

­ Gundur hevði tá havt skræddaraverkstað og konfektión í húsum sínum í Tvørgøtu í fleiri ár, men um hetta mundið var tað, at miðbýurin rættuliga var í menning. Tá bar ikki til at reka handil, lást tú ov langt burturi frá sjálvum miðbýnum, greiðir Jákup frá.

­ Kissa var tá farin frá Hans Joensen, og varð byrjaður fyri seg sjálvan við klædnahandli í 1963. Gunnar Stockholm hevði eisini sín handil, so handilin hjá Gundur var tann fjórði klædnahandilin í Havn.


Fyrstir at selja »Levi?s«

Sekstiárini vóru góðar handilstíðir í Havn.

­ Tað gekk sera væl hesi árini, og vit seldu nógv - líka til oljukreppan kom í 1973, og var tað var fyrstu ferð vit merktu nakað til kreppu.

­ Vit, sum tá vóru ung, høvdu ongantíð upplivað eina kreppu. Eg var jú ov ungur til at minnast ringu tíðirnar í fimtiárunum, men oljukreppan neit kortini ikki so fast í handilslívinum, sum kreppan í nítiárunum gjørdi, vil Jákup Jakobsen vera við.

Annars vóru sekstiárini nýskapandi á mangan hátt - eisini innan móta.

Beatles, Bee Gees o. o. høvdu sína týðuligu ávirkan. Nú komu buksur við svaj í, og fólk gjørdust meira tilvitað um móta.

Jákup Jakobsen sigur eisini, at handilin hjá Gundur var tann fyrsti handilin í Føroyum, sum seldi buksur av kenda merkinum Levi¹s.

­ Hetta var seinast í 60¹unum og síðan komu onnur amerikonsk merki sum Lee, Wrangler og franska Lee Cooper, sum var eitt rættuligt boom, ið sló øll onnur merki á marknaðinum.

­ Fólk fóru nú at skifta klæði oftari, sum mótin skifti. Svaj-buksurnar - ella Bellbottom, sum tær nevndust, vóru skiftar um við rørbuksur og síðan kassabuksur. Seinni hevur mótin hildið seg meira til tað smala, og hevur skift ár um ár, og litirnir sesong fyri sesong, sigur Jákup Jakobsen.

Jákup og Gundur vóru øll hesi árini saman í handlinum. Men eitt longri skifti í 70¹unum starvaðist eisini Marjun Larsen í handlinum.

­ Tað lá alla tíðina í kortunum, at einaferð í tíðini skuldi eg taka yvir handilin frá Gundur, greiðir Jákup frá.

­ Og í 1979 valdi Gundur at gevast, og tók eg tá yvir.

Hetta var 1. desember - júst 13 ár eftir, at Jákup kom at starvast hjá Gunduri.

­ Eg fekk beinanvegin fólk at hjálpa mær, og í januar 1980 kom Nicolina Jacobsen at vera í handlinum, og seinni sama ár eisini Finnbjørg Skaalum.

Eftir at hava verið í handlinum saman við Gundurin í 13 ár, helt Jákup fram við handlinum í 14 ár á sama stað. Tá Jákup tók yvir í 1979 broytti hann navnið frá »Hjá Gunder« til »Gunder Harratoy«.

Gundur doyði í 1986, og nakað seinni broytti Jákup navnið til »JJ Harratoy«.


Um Káta Hornið oman á Bryggjubakka

Hevði oljukreppan í 1973 ikki so stóran týdning fyri handilslívið, so neit kreppan í 90¹unum fastari.

­ Mitt í kreppuni - í 1994 - fingu vit møguleikan at flyta í hølini á »Glade Hjørne«, og vit tóku av. Har lá handilin betur fyri, og tað hevði størri týdning nú, tí kreppan merktist rættuliga væl.

­ Men í marsmánað í ár varð heitt á meg um at verða leiðari á Samvinnufelagnum. Hetta helt eg vera eina spennandi avbjóðing, sigur Jákup, sum síðan rak báðar handlarnar nakrar mánaðir. Men hann sá skjótt, at tað bar ikki til.

­ Hetta var hvør sín heimur - og eg mátti velja. Eg eri nú vorðin fimti, og hugsaði, at tað var tíð uppá slappa av, og tí gjørdi eg av at lata aftur handilin JJ-Harratoy, greiðir Jákup frá, og har fór 31 ára gamli handilin í søguna.


Steig í vaskispannina?

Jú, vit kunnu staðfesta, at umhvørvið inni í handlinum á bryggjubakka, Samvinnufelagnum millum gummistilvar og oljuklæði ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á »Glade Hjørne«.

­ Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og verkamaðurin, ið kemur at keypa, hóast onkur av mínum gomlu viðskiftum hava fylgt mær oman, og støkka inn á gólvi til prát og kaffi, sigur Jákup.

­ Tað er heldur ikki tað sama at selja klæði í dag. Meðan tá vóru fýra klædnahandlar í Havn í 1966, so fært tú klæði í høvrjum super-marknaði í dag, sigur Jákup, sum kortini ikki ætlar at kollvelta Samvinnufelagið.

­ Eg havi kent tað sum maktpáliggjandi at handilin ikki verður ein »JJ-handil«, men at hann verður, sum hann altíð hevur verið - og her er hugnaligt niðri á Bryggjubakka, leggur Jákup afturat, meðan hann skimast út á vágna.

­ Her kann eg eygleiða umhvørvið, eg eri uppvaksin í: Vestaru vág, Bryggjubakka, Havnar Kirkju - hetta er partur av mínum ungdómsumhvørvi, sigur Jákup, sum er uppvaksin í snotuligu húsunum, sum abbi hansara, Magnus á Kamarinum bygdi í Konradsbrekku í 1902 - sanniliga eini av vakrastu húsum í Havn.

Sum gamal í fakinum minnist Jákup sjálvandi onkra skemtingarsama hending at greiða frá:

­ Meg minnist einaferð, at ein maður kom inn í handilin at keypa einar buksur. Hann hevði helst fingið eitt sindur upp í høvdið, men fór kortini inn í prøvarúmið við buksunum. Men hann var heldur ótryggur á beinunum. Inni í prøvarúminum stóð ein spann við vaskivatnið, tí gólvið varð júst vaskað. Brádliga hoyra vit nakrar bøllutar eiðir úr prøvarúminum?

­ Tá maðurin skuldi smoyggjar sær í aðra brókina, stígur hann beint í spannina, og fekk karm?


­ Eri komin aftur til røturnar

Nú Jákup hevur latið klædnahandilin aftur, er ein býarmynd horvin. Sum Jákup sigur, so er tað vorðið tyngri at reka eina klædnahandil í dag, tí nú eru so nógv, ið kappast. Meðan tað í 1966 bert vóru fýra mannfólkaklædnahandlar í býnum, so ber til at keypa klæði í hvørjum super-marknaði, sum Jákup tekur til.

Men Jákup er sum altíð lættur í huga kortini. Hann tykist kenna seg væl millum gummistilvar, regnklæði og tjóðveldistroyggjur - at tú skuldi ikki trúð, at hann alt lívið hevði bundið slipsaknýtar og passa klædningar uppi á fínum monnum. og hann letur væl at.

­ Eg kenni tað, sum eri eg komin aftur til røturnar, og her trívist eg avbera væl, sigur hann.