Tað er eingin meining í at sløkkja ljósini um náttina, tí ein sær ikki framm fyri sær.
Eg kann í hesum sambandi ikki lata vera við at spyrja býráðslimirnar á Tvøroyri um, hví teir ikki tonkja uppá ØLL fólkini, ið búgva her.
Eg havi nú biðið um gøtuljós til míni hús ferð eftir ferð, og sjálvt um eg nú havi búð í húsinum í 16 ár, havi eg ikki fingið eitt einasta ljós til tey. Tað vil siga tað sama sum, at ætli eg mær ein gongutúr aftaná kl. 5 um dagin, má eg hava lummalykt við, fyri at finna veg.
Eg vil tí biða tykkum taka hetta upp, næstu ferð tit fara á fund, og fáa skil á hesum, tí hetta er ein stór skomm fyri tykkum.
Heilsan Malan, ið býr uppi á Støglinum