Um íløgustuðul til skipini

Til Janus Petersen, undirstjóra í P/f Føroya banka

Í tíð og ótíð verður tú endurgivin í fjølmiðlunum fyri tíni mótmæli móti, at framhaldandi íløgustuðul verður veittur til skipini.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at eg eri samdur við tær í at ynskiligt er, og at endamálið má vera, at skipini klára seg uttan stuðul, men tað tykir mær ógvuliga lætt hjá tær ? stjóra í P/f Føroya Banka, sum hevur fingið tann størsta stuðulin nøkur føroysk fyritøka nakrantíð hevur fingið bæði í krónum, men óivað eisini lutfalsliga ? at krevja at øll skipini uttan nærri grundgeving skulu klára seg uttan stuðul uttan eina rímiliga tillagingartíð.

Tú veitst væl, ella eigur at vita, at ein av høvuðsorsøkunum til, at skipunum tørvar íløgustuðulin nøkur fá ár framyvir er tann, at tá skipini, sum høvdu tykkum sum lángevarar, vórðu sanerað ella umskipað fíggjarliga løgdu tit íløgustudningin oman á virðið á skipunum, soleiðis at tit tryggjaðu tykkum at tann íløgustuðul, sum av landsins myndugleikum var ætlaður at tryggja skipunum eina neyðuga tillaging til ein fiskiskap uttan studning, í staðin varð inngoldin tykkum sum gjald fyri ein yvirprís fyri skipini og tað er tí ógvuliga dupultmoralskt av tær at krevja, at skipini ongan stuðul skulu hava samstundis sum tín banki higartil hevur fingið meginpartin av íløgustuðulinum hjá skipunum.

Um tín banki ikki hevði innroknað íløgustuðulin í skipavirðið, og á tann hátt kravt eitt órealistiskt høgt virði fyri skipini, vildu flestu av skipunum í dag ikki tørva meiri íløgustuðul.

Ein framhaldandi íløgu-stuðul vil ikki verða goldin tykkum sum gjald fyri ein av tykkum ásettan yvirprís fyri skipini, men vil ístaðin óskerdur koma skipunum tilgóðar og harvið røkka upprunaliga endamálinum við íløgustuðlinum, men tað sum »pínir« teg er kanska tað, at um íløgustuðulin heldur fram í nøkur fá ár afturat, vilja flestu skipini til ta tíð verða leys av bankanum?


    Aksel Hansen