Sjúrður Skaale
----
Fríggjadagin var eg saman við Jørgen Niclasen á fundi við danska vinnumálaráðharran um tvey ymisk mál.
Fleiri hava spurt hvussu hetta ber til, tá nú Jørgen er landsstýrismaður, og Javnaðarflokkurin er í andstøðu. Á tingfundinum mikudagin bleiv hetta eisini tikið upp til kritiska viðgerð.
Eg skal tí greiða frá.
Samstarv við meirilutan
Upp undir fólkatingsvalið søgdu vit, at fekk Javnaðarflokkurin annan av sessunum, fóru vit ikki bara at umboða Javnaðarflokkin, men allar føroyingar. Vit søgdu eisini, at vit ikki fóru at draga føroyskar ósemjur til Danmarkar. ”Vit fara ikki at heingja okkara skitnu klæði á snór á Christiansborg”, sum tað bleiv sagt.
Harumframt søgdu vit, at tá tað snýr seg um mál, sum eru "gagnlig fyri Føroyar", fara vit at samstarva við tann meiriluta, sum situr í Føroyum – eisini, um Javnaðarflokkurin ikki er partur av samgonguni.
Tað er gjørt í fleiri førum – og eg skal her greiða frá, hví tað bleiv gjørt fríggjadagin.
SIFI
Høvuðsmálið var um teir sonevndu SIFI-bankarnar.
Danska stjórnin fyrireikar eina skipan sum skal gera, at ávísir bankar, sum eru púra avgerandi fyri samfelagið, ikki skulu kunna hvørva. Hesir verða á donskum nevndir “systemiske banker”.
Aksel Johannesen reisti spurningin um, hvørt føroyskir bankar kunnu koma við í skipanina - fyrst sum landsstýrismaður og síðani tá hann hevði sæti á fólkatingi í fjør.
Málið er trupult, tí føroysku bankarnir kunnu ikki vera við eftir somu treytum sum teir donsku. Bæði tí føroyska samfelagið er so nógv øðrvísi, og tí okkara bankar, samstundis sum teir eru sera stórir í Føroyum, eru smáir í mun til teir stóru í Danmark.
Tí havi eg, saman við Jørgeni Niclasen og hansara fólki, virkað fyri at fáa í lag eitt samstarv sum ger, at fíggjarmálaráðið frá byrjan kann vera við í arbeiðinum við hesi skipan.
Tað var hetta, sum bleiv avtalað fríggjadagin.
Føroyingar høvdu lítla ávirkan á tað sum hendi, tá bankakreppan rakti í 1992. Vit høvdu heldur onga ávirkan á bankapakkarnar - og tá Eik fór, var kreppustýringin merkt av iva og ótryggleika.
Nú kann landsstýrið – í samráð við allar viðkomandi føroyskar partar - ávirka nýggju skipanina, so Føroyar kunnu fáa lut í tí tryggleika, sum endamálið er at skapa.
Tað er als ikki avgjørt, um føroysku bankarnir skulu vera við í skipanini. Tað skal løgtingið sjálvsagt gera av, tá tann dagur kemur - og tað hendir bert, um skipanin verður nøktandi fyri okkum.
Men nú kunnu vit fáa kunning og ávirkan frá byrjan. Og tað er avgjørt ”gagnligt fyri Føroyar”.
Flogvøllurin
Hitt málið snúði seg um at taka pening úr Íleggingargrunninum at rinda fyri at beina burtur dynamittið, sum varð funnið við flogvøllin.
Landsstýrið kundi kravt, at Danmark rindar fyri hetta, tí dynamittið varð lagt, meðan Danmark hevði ábyrgd av vøllinum.
Men sum eg skilji er málið ógreitt juridiskt. Verður ein sak reist, tekur hon drúgva tíð – og tað er ikki vist, at landsstýrið vinnur. Um bíðast skal eftir einum rættarmáli, má peningurin fyri at gera terminalin lidnan tí antin takast úr landskassanum – ella má arbeiðið steðgast.
Eg havi ikki havt ávirkan á hesa avgerð landsstýrisins. Eg havi heldur ikki verið heitasti talsmaður fyri útbyggingini í Vágum. Men tað hevði ikki verið ”gagnligt fyri Føroyar”, um hon steðgaði nú. Og við loysnini, landsstýrið hevur valt, er møguleikin fyri rættarmáli framvegis til staðar.
Tí havi eg boðað stjórnini frá, at eg stemmi fyri hesum - treytað av, at meirilutin á Løgtingi eisini ger tað.
Summa summarum: At samstarva við landsstýrið um ávís mál er at halda eitt vallyfti. At nokta at samstarvað við landsstýrið hevði verið at brotið eitt vallyfti.