Um Victor Danielsen

Føddur: 28. mars 1894 í Søldarfirði

 

Andaðist: 2. februar 1961 í Fuglafirði

Gekk á læraraskúla í Havn í árunum 1911 til 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv.

Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við donsku Indre Mission – ella: Heimamissiónina – og serliga danska trúboðara teirra, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív.

Eftir lokið prógv byrjaði hann sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni, og byrjaði at virka sum trúboðari.

Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni.

Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði.

Victor Danielsen var sera virkin trúboðari og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði.

Bókmentaliga avrik Victor Danielsens var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - hesaferð við nýtýddum Nýggja Testamenti.

Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen tvær skaldsøgur: “Aðru ferð” (1927) og “Nei, lyftið sveik ikki” (1947). Hann týddi úti við 20 bøkur.

Allar bøkur hansara hava andaligt innihald og eru partur av trúboðanarvirki hansara. Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen stóra ávirkan á Brøðrasamkomuna í Føroyum og á føroyskt samkomu- og kirkjumál.