Umboð fyri Hanstholm á vitjan

?Vit hava gjørt íløgur fyri 25 milliónir í havnina í Hanstholm í sambandi við nýggju Norrønu, og hesa íløgu vilja vit fáa sum mest burturúr, sigur Bent Hansen, amtsborgmeistari í Viborg amt

VITJAN

Komandi vár verður nýggja Norrøna latin Smyril Line. Skipið skal nýtast til sigling til og úr Føroyum. Ein av havnunum, ið nýggja eins og gamla Norrøna fer at vitja, er Hanstholm á vestursíðuni av Jútlandi.
Hanstholm hoyrir til Viborg Amt. Bent Hansen er amtsborgmeistari í Viborg Amt og annar næstformaður Socialdemokratiet. Seinastu dagarnar hevur hann verið á vitjan í Føroyum saman við umboðum fyri Hanstholm kommune.
Á vitjan sínari í Føroyum hevur Bent Hansen verið á fundi við løgmann, Anfinn Kallsberg, Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, Smyril Line og umboðum fyri føroysku fiskivinnuna. Hann var m.a. á fundi við Vestlax, ið hevur stóran týdning fyri Viborg Amt við teirra stóru virkjum.
Bent Hansen letur sera væl at fundunum í Føroyum.
?Fundirnir hava verið fyrireikandi fundir. Eg haldi, at vit hava tosað sera væl saman, og vit gleða okkum til eitt gott samstarv í framtíðini, sigur Bent Hansen.
Umframt at kunna føroyingar um viðurskiftini í Hanstholm, so hava Bent Hansen og hansara fólk eisini tosað við føroysku umboðini um ymisk sløð av víðkaðum samstarvi.
?Vit vilja fegnir varðveita og víðka handilssamstarvið við føroyingar. Á fundunum hava vit eisini tosað um annað samstarv. Millum annað hava vit tosað um samstarv í sambandi við okkara felagsáhugamál í Norðsjónum. Vit eru longu virknir í felagsskapum hesum viðvíkjandi, og tað vildi verið upplagt, at føroyingar eisini gjørdist partur av hesum, sigur Bent Hansen.
Hann sigur, at embætisfólkini nú fara at hyggja nærri at, hvussu og á hvørjum økjum eitt samstarv kann millum Føroyar og danska amtið. Hann nevnir bæði møguleikan at samstarva við Tórshavnar kommunu og aðrar partar av Føroyum.

Stóra íløgu
Fyri Hanstholm og fyri Viborg Amt hevur Norrøna stóran týdning.
?Vit hava gjørt íløgur fyri 25 millónir í havnina í Hanstholm í sambandi við nýggju Norrønu, og hesa íløgu vilja vit fáa sum mest burturúr, sigur Bent Hansen.
Amtsborgmeistarin metir, at nýggja Norrøna fer at skapa øktan akitivitet í Hanstholm og í Føroyum.
?Vit vilja sjálvandi, at sum mest av nýggjum aktiviteti verður skaptur í Hanstholm, nú nýggja Norrøna fer at sigla. Nýggja Norrøna merkir samstundis eisini nýggjar møguleikar fyri føroyska samfelagið. Møguleiki verður fyri at gera Føroyar munandi meiri kendar í Danmark og aðrastaðni, metir Bent Hansen.