EFTIRLIT
Formansskapurin í løgtinginum hevur fingið í lag samstarv við Folkatingsins umboðsmann, so hesin tekur yvir í málum, har tað berst føroyska umboðsmanninum frá.
Tað er ikki føroyski umboðsmaðurin sjálvur, sum hevur tikið hetta stigið, men hann fegnast stórliga um valið hjá løgtinginum.
? Eg havi havt eitt mál, har eg sambært fyrisitingarlógini havi verið ógegnigur. Í tí sambandinum gjørdi eg formansskapinum vart við, at vit skulu hava ein setiumboðsmann, og eg kann illa hugsað mær nakað betri val enn tann danska umboðsmannin, sigur Joen H. Andreasen.
Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska, har viðurskiftini eru smá, eru skjótt at áhugamál og ættarbond koma í vegin fyri gegninum. Tí hevur verið neyðugt hjá einum lítlum stovni sum Løgtingsins umboðsmanni at finna ein avloysara fyri Joen H. Andreasen, sum er fyrsti umboðsmaður føroyinga.
Tá valið fall á Joen H. Andreasen var tað grundað á, at hann við sínum drúgvu royndum í Føroya rætti, helst er tann einasti, ið hevur tað neyðuga álitið og tignina, sum krevst, fyri at avgerðir hjá umboðsmanninum verða virdar.
Tí helt formansskapurin eisini, at tað var skeivt at fara út at leita eftir einum avloysara í Føroyum, hvørja ferð tað barst føroyska umboðsmanninum frá at viðgera eitt mál.
Danski umboðsmaðurin er Hans Gammeltoft Hansen, sum hevur stóra virðing millum fólk, og hansara avgerðir verða virdar at donsku fyristingini, sum hann hevur eftirlit við.
Joen H. Andreasen og Hans Gammeltoft Hansen hava frammanundan havt eitt óformligt samstarv, har tað altíð hevur staðið føroyska umboðsmanninum í boðið at ringt til sín danska starvsfelaga at biða um góð ráð og hjálp.
Nú er hetta samstarv gjørt formligt, soleiðis at danski umboðsmaðurin er setiumboðsmaður í Føroyum.