Umfarssjúkur kunnu krevja uppaftur fleiri mannalív

Serfrøðingar ávara um, at umfarssjúkur kunnu fara at krevja uppaftur fleiri mannalív enn sjálv flóðaldan, sum higartil hevur kostað umleið 70.000 lívið.

Serfrøðingarnir bera serliga ótta fyri, at umfarssjúkur sum kolera, malaria og dengue-fepur kunnu fara at gera um seg í teimum raktu økjunum, og tað kann gerast ein uppaftur størri vanlukka enn sjálv flóðaldan, siga teir. Harafturat er vandi fyri, at nógv av teimum heimleysu kunnu fáa lungnabruna.

Flóðaldan hevur longu kravt fleiri mannalív enn nøkur onnur flóðalda av hesum slagnum, men í WHO stúra tey serliga fyri tí, sum kann henda aftaná. Leiðarin á kreppudeildini hjá WHO, David Nabarro, segði við Reuter í gjár, at smittusjúkur kunnu fara at krevja fleiri mannalív enn flóðaldan.

ST hevur staðfest, at flóðaldan verður tann størsta avbjóðingin hjá heimssamfelagnm í meiri enn 60 ár, og ST hevur tí biðið altjóða samfelagið veita ta neyðugu hjálpina alt fyri eitt. Í gjár vóru 80 milliónir dollarar játtaðir, men ronað verður við, at talið fer at koma upp ímóti 400 milliónum dollarum.

Altjóða Reyði Krossur og Læknar Uttan Landamark eru longu farnir undir at bøta um vatnveitingina, sum er oyðiløgd nógvastaðni. Felagsskapirnir siga, at tey nógvu líkini økja vandan fyri, at drekkivatnið verður dálkað.