Umhugsa at selja Danske Spil

Danski fíggjarmálaráðharrin vil ikki kappast við tey privatu í vinnuni.

Tað gongur strúkandi hjá teimum veddingarfyritøkum, sum eru á danska marknaðinum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá yrkisfelagnum innan vedding í Danmark, DOGA.


Bruttoinntøkan annan ársfjórðing í ár var 805 mió. kr., og er hetta tað hægsta síðani liberaliseringina á økinum í 2011. Sama tíðarskeið í fjør var bruttoinntøkan 715 mió. kr.


Uppgerðin vísir, at tað er størst framgongd í online-casino, har bruttoinntøkan er vaksin við einum fjórðingini – frá 270 mió. kr. annan ársfjórðing í fjør til 335 mió. kr. sama tíðarskeið í ár.


Tað er Danske Spil, sum eigur størstan lut í yvirskotinum. Teirra marknaðarpartur er roknaður at vera 52%, sum tó er er væl minni enn í 2012, tá ið teirra partur var 61%.


Orsøkin til stóra marknaðarpartin hjá Danske Spil er, at fyritøkan er rikin av tí almenna og hevur nógvar fyrimunir, t.d. einkarætt til fleiri spøl.


Danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, sigur við donsku heimasíðuna betxpert.com, at tað verður umhugsað at selja Danske Spil.


- Grundleggjandi halda vit, at landið skal hugnsavna seg um kjarnuuppgávurnar, og so eru tað onnur ting, sum rigga betur í tí handilsliga. Vit halda ikki, at landsmyndugleikin skal kappast við tey privatu, segði hann.


Morten Rønde, formaður í DOGA, heldur tað vera eitt gott hugskot.


- Vit stuðla einari sølu av Danske Spil, so marknaðurin kann gerast púra javnur, sigur hann.