Tað var tíðliga í november í fjør, at umboð fyri Smyril Line spurdu seg fyri hjá havnamyndugleikunum í kommununi Fjarðarbyggð á Eysturlandinum um møguleikan fyri, at Norrøna kann brúka eina av havnunum í kommununi.
Síðani hava partarnir viðgjørt málið, og týsdagin var tað fyri á fundi í havnastýrinum hjá Fjarðarbyggð. Har varð avgjørt at halda fram við samráðingunum við tað føroyska reiðaríið við tí fyri eyga at lata Norrønu brúka havnina á Eskifirði. Bryggjukanturin á Eskifirði er knappar 700 metrar langur, og dýpið er millum sjey og tíggju metrar.
Tað er ein lítlan tíma styttri hjá Norrønu at sigla á Eskifjørð enn Seydisfjørð.
Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line, sigur, at felagið kannar altíð møguleikar, sum kunnu betra raksturin og tænastuna. Hann hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið.