Fyri einari viku síðani var støðan so spent í donsku stjórnarsamgonguni, at formaðurin í Sosialistiska Fólkaflokkinum, Villy Søvndal, umhugsaði at taka flokkin úr samgonguni.
Villy Søvndal (myndin), sum eisini er uttanríkisráðharri, var staddur á ST-toppfundi í Rio de Janeiro, tá Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, ringdi til hansara og boðaði frá, at stjórnin hevði gjørt av at gera semju við Vinstra um eina skattanýskipan heldur enn Eindarlistan. Weekendavisen skrivar, at teir báðir ráðharrarnir vóru harðmæltir í telefonini, og at hesa løtuna umhugsaði Villy Søvndal at taka SF um samgonguni. Men har vendist ikki aftur, og góðar tríggjar tímar seinni samdust samgongan og teir borgarligu um skattanýskipanina.
Fyrradagin góðtók tingbólkurin hjá SF avtaluna við Vinstra og Tey Konservativu, men nógvir limir í flokkinum hava sagt seg vera sera misnøgdar við, at floksleiðslan valdi at gera semju við teir borgarligu heldur enn Eindarlistan. Ein avleiðing er, at veljaraskarin hjá flokkinum nú er á veg niður ímóti fimm prosentum.