Stendur hetta við og versnar, verður tað neyðugt at seta tiltøk í verk. Tað gjørdi Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, løgtingslimum greitt nú ein dagin í Løgtinginum.
Løgtingið hevur nógv mál til viðgerar í hesum døgum, og tað hevur verið eyðkent fyri orðaskiftini, at tey hava verið rættiliga drúgv.
Og tað hevur eisini eyðkent orðaskiftini, at løgtingslimir hava havt ringt við at halda seg til tey evni, sum eru til viðgerar. Tvørtur ímóti hava løgtingslimir sveimað rættiliga víða og avleiðingin hevur verið, at orðaskiftini um tey einstøku málini mangan hava vart í fleiri tímar.
Avleiðingin av tí hevur eisini verið, at tað hevur gingið illa hjá Løgtinginum at halda skránna og tískil er tað hent fleiri ferðir, at neyðugt hevur verið at taka onkur mál av skrá og at útseta tey.
Eitt dømi um tað eru orðaskiftini um uppskotini hjá Fólkaflokkinum um at lækka tinglýsingargjaldið niður í helvt, og uppskotið um at geva kommunum heimild at hækka botnfrádráttin skattinum.
Tað gekk ikki long tí, so snúðu hesi bæði orða skiftini seg meiri um skattapolitikk og avgjaldspolitikk hjá hesari samgonguni, og hjá undanfarnu samgongu, og tað fekk orðaskiftið at draga út í fleiri tímar.
Tað fekk løgtingsformannin at tala at og at hótta við at seta tiltøk í verk. Hann ásannaði, at løgtingsval stendur fyri framman, tí tað verður í seinasta lagi 31. august. Og løgtingsformaðurun heldur, at tað kann vera ein orsøk til, at hugurin at gera vart við seg, er so stórur.
Hinvegin staðfesti løgtingsformaðurin eisini, at tað er neyðugt at løgtingslimir halda seg til tað evnið, sum er til viðgerar. Tað ber ikki til, at orðaskiftið um hvørt einasta mál skal bera brá av at vera eitt aðalorðaskifti, sigur hann.
Hann sigur samstundis, at taka tinglimir ikki betri partar fyri seg, verður tað neyðugt at seta tiltøk í verk. Páll á Reynatúgvu sigur, at í slíkum førum hevur hann ymsar møguleikar. Hann kann skerja talitíðina og hann kann legga fleiri mál saman í eina viðger. Men talan kann eisini vera um at verða meiri avgjørdur í at steðga røðarum, sum ikki halda talitíðina.
Men fyrst og fremst kundi hann ynskt sær, at framsøgufólkini fyri teir ymsu flokkarnar í roynd og veru eisini vóru framsøgufólk fyri flokkarnar. Tað vil siga, at teir umboðaðu sjónarmiðini hjá flokkinum, og ikki bara síni egnu sjónarmið, tí sum støðan er nú, kunnu framsøgufólk ikki sigast at umboða sjónarmiðini hjá tí flokki, tey røða fyri, heldur røða tey fyri seg sjálvi.
– Tað er ikki vanligt at seta tiltøk í verk á hendan hátt, men draga orðaskiftini alt ov langt út, kann tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk, leggur hann afturat. Hann sigur, at Løgtingið hevur rættiliga nógv mál at avgreiða til jóla, og heldur hetta fram, fer tað at knípa at lukkast av avgreiða øll málini, leggur løgtingsformaðurin afturat.