Umhvørvisfólk finnast at drotningini

Umhvørvisverndarfelagsskapir finnast at Margrethu drotning, tí hon á vitjanini í Grønlandi hevur sagt, at "veðurlagið kunnu vit ikki broyta - tað broytir seg sjálvt." Bæði Heimsnáttúrugrunnurin WWF og Greenpeace halda, at orðini hjá drotningini vóru betur ósøgd.

-Eg veit ikki, hvat drotningin hugsar, tá hon sigur, at vit ikki kunnu gera nakað, sigur talskvinnan hjá Greenpeace, Christina Koll.

-Tíbetur kunnu vit gera nakað við veðurlagsbroytingarnar og tess fyrr tess betur, sigur hon við Ritzau-tíðindastovuna.

Í Heimsnáttúrugrunninum WWF undrast tey eisini á orðalagið hjá drotningini.

-Veðurlagsbroytingarnar eru ikki komnar av sær sjálvum. Tað er menniskjan, sum hevur elvt til broytingarnar, og tí kunnu vit eisini gera nakað við tær, sigur veðurlags- og umhvørvisstjórin hjá WWF, John Nordbo, við Ritzau.