Umhvørvisráðstevna verður í Klaksvík

Umboð úr Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Íslandi verða við á rásðstevnuni, sum byrjar hósdagin

Klaksvík verður hesa vikuna vertur fyri stórari norðurlendskari umhvørvisráðstevnu.

Ráðstevnan er liður í vinarbýarsamstarvinum hjá Klaksvíkar kommunu við býirnar Tampere, Norrkøping, Tróndheim, Odense og Kópavág, og umboð frá øllum hesum býum verða við á stevnuni.

Harafturat hava eisini Heilsufrøðisliga Starvsstovan, IRF og Klaksvíkar kommunu fólk við á ráðstevnuni.

Stevnan byrjar hósdagin og heldur fram fríggjadagin og leygardagin. Á skránni er millum annað lokal Agenda 21, umhvørvisætlanir, burturkastskipanir, endurnýtsla, framleiðsluábyrgd og annað.

Eisini verður býarskipan aðrasteðni sett saman við umhvørvisætlanum, har partar av býarskipanini verður gjørd við atliti til eina umhvørvisætlan ella øvugt. Aðrastaðni verða slíkar verkætlanir stuðlaðar av tí almenna.

? Á ráðstevnuni verður annars kunnað um, hvussu tey ymisku londini hava greitt ymsar verkætlanir og ætlanin er eisini at semjast um eina felgs verkætlan, sum øll londini kunnu samvinna um í eitt ávíst áramál, sigur Dávur Winther,. byggifulltrúi, sum fyriskipar stevnuna fyri Klaksvíkar býráð.


Stytta okkum vegin munandi

Gestirnir úr útlondum koma frá kommunum, sum hava lutvíst stóra umsiting innan umhvørvismál.

? Tær hava nógvar royndir á økinum, og tí kunnu vit stytta okkum vegin á umhvørvisøkinum munandi við samstarvi og eini slíkari ráðstevnu, sigur Dávur Winther.

? Vit eru ikki við á øllum økjunum í vinarbýarsamstarvinum, tí tað klára vit ikki, men vit eru farnir við í millum annað umhvørvissamstarvið.

Úlendsku gestinir koma til landið mikudagin, og fara at halda til í Klaksvík. Vitjað verður eisini kring um í býnum, og bæði framleiðsuvirki og annað, sum hevur samband við umhvørvi, verður vitjað, og møguliga verður leiðin eisini løgd í Eysturoynna.

Ráðstevnan verður hildin í býráðshúsunum í Klaksvík, men møguliga verður ein almennur fundur fyriskipaður seinni í vikuni.