Umhvørvisstovan ikki staðfest luftdálking

- Eg vænti ikki, at vit í Føroyum hava nakra luftdálking av týdningi úr Kanada í løtuni - ikki enn í hvussu er, sigur Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur á Umhvørvisstovuni.

 

Eftir ógvusligar skógareldar í Kanada, sum bæði hava rakt flogferðslu og fólk í kanadiskum og amerikanskum stórbýum, hevur nú eisini sonevndi NILU-stovnurin í Noregi staðfest roykbitlar úr Kanada á norska suðurlandinum.

 

Myndugleikarnir í landnyrðingspartinum av USA og Kanada, har royktám liggur yvir stórum økjum, hava heitt á fólk um at vera ansin og ikki óneyðugt at vera uttandura uttan so, at tey bera munnbind.

 

Nú sagt verður, at roykbitlar úr Kanadag eisini eru staðfestir í Noregi, hava vit spurt á Umhvørvisstovuni, um tey hava merkt nakað til luftdálking í Føroyum orsakað av ógvusligu skógareldunum í Kanada. 

 

Rakul Mortensen, sum er umhvørvisevnafrøðingur á Umhvørvisstovuni, sigur, at tey hava tvær mátistøðir, sum máta bitlar í luftini og soleiðis eisini roykbitlar. Annar stendur í Havnardali og soleiðis lutfalsliga langt burtur frá aðrari møguligari luftdálking.

 

- Við okkara mátitólum kunnu vit ikki siga, at vit higartil hava staðfest roykbitlar úr Kanada - ikki enn í hvussu er. Hetta eru góð tól, sum vit hava, og sum vit fingu í 2014 eftir herviliga eldgosið í Íslandi.

 

Hon vísir á, at mátingartólini hjá Umhvørvisstovuni standa til at máta møguliga luftdálking 15. hvønn minutt, og hetta er tól, sum eru góðkend til endamálið og sum máta nógvar ymiskar støddir av bitlum í luftini.

 

Hon vísir á, at møguligir roykbitlar úr Kanada síggjast ikki á tólunum hjá Umhvørvisstovuni, og her eru eingi útsløg, sum siga, at nøkur stórvegis broyting er í luftini í so máta. 

 

- Eg vænti tískil ikki, at vit í Føroyum hava nakra luftdálking úr Kanada í løtuni, tí tað eru sum nevnt eingi útsløg, sum benda á, at roykbitlar eru í luftini, sigur Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur á Umhvørvisstovuni.