Føroyar hava átikið sær eina árliga fráboðanarskyldu, um hvussu stórt útlatið er av nøkrum ávísum veðurlagsgasssløgum, til stovn undir ST.
Frágreiðingin er skrýdd við nógvum og litføgrum farstrikum og myndum. Greiningin millum gasssløg og samfelagsbólkar er so umfatandi, at tú hevur lyndi til at villast í øllum smálutunum. Ein slík frágreiðing, til myndugleikarnar at nýta í teirra arbeiði, eigur at vera greið og eftirfarandi. Tað kann tíverri ikki sigast um hetta arbeiðið.
Málið í frágreiðingini er í støðum so vánaligt, at tað ger hana torskilda. Við hvørt noyðist tú at gita, hvør ið meiningin er. Fyri bert at nevna tað eina dømið. Talva 1 verður nevnd: "Gassið, ið Føroyar hava skyldu at fráboða UNCCC." Skal sjálvandi vera: "Gasssløgini, o. s. fr.." Í sjálvari talvuni er síðani ein vavstur av føroyskum, donskum og grikskum heitum fyri tey ymsu gasssløgini, sum fráboðast skal um. Sera óheppið.
Nógvir pástandir eru í tekstinum, ið lesarin ikki hevur møguleika at kanna eftir um hald er í teimum, tí at ongar keldutilvísingar eru. Aftast í frágreiðingini er tó ein listi við 9 heimildarritum. Ikki nakar ógvusligur listi. Í listanum er m. a. Stanley E. Manahan 1983: Environmental Chemistry, sum helst fyri ein part er avoldað.
Av faktafeilum sum eru beinleiðis sjónskir, sjálvt fyri ein leikmann, kunnu í hissini nevnast nakrir fáir.
Á síðu 8 stendur: "Stóra oljunýtslan í el-virkjum og húsarhaldum í Føroyum er tí atvoldin til, at býtið í útlatinum í Íslandi og Føroyum er ymiskt".
Skeivt. Munurin stendst av at íslendingar nýta so nógvan jarðarhita til upphiting av húsum.
Longur niðri á somu síðu stendur: "Útlátið frá húsarhaldum er lækkað við 13% og er lækkingin helst tengd at broytingini í lufthitan-um".
Nei, men tí at húsini eru vorðin betur bjálvaði.
Á síðu 9 stendur: "Av tí at vatn verður víðkað við størri hita, má eisini roknast við, at vatnstøðan í høvunum fer at hækka".
Hækkingin av vatnskorpuni stendst í høvuðsheitum av at innlandsísarnir bráðna. Ískoytið frá at vatnið veksur í vavi, er bert marginalt.
Á síðu 16 stendur: "Út-latið av láturgassi í Føroyum stavar frá djórahaldum (44%), fiskiskipum (25%), akførum (10%) og húsarhaldum (7%)".
Í øllum hinum framkomna heiminum er høvuðs-keldan til láturgass køvevnishandilstøð.
Á síðu 21 stendur sum tekstur til mynd 32: "Katalysatorar minka um útlátini av koliltu, nitrogeniltu og loftfimum lívrunnum evnum, men hækka um útlátið av láturgassi".
Í einum nýmótans katalytiskum eftirbrennara verður láturgassið reduserað til køvevni og súrevni.
Og at enda, á síðu 23 stendur: "Minking av koltvíiltuútlatinum frá ferðsluni kann fremjast við at seta katalysatorar í akfør, sum nýta bensin sum brennievni".
Tað reina møsn!
Í tekstinum verður útgangsstøðið, í samanberingini við ár 2001, altíð tikið har útlátið er lægst, í tíðarskeiðinum 1990 - 2001, og gevur tað sjálvandi fyri tað mesta ein ógvusligan vøkstur. Kreppuár vóru sum kunnugt fyrst í nítiárunum. Um útgangsstøðið var árið 1990, sum kyotosáttmálin sigur, er vøksturin lítil og eingin. Men tað hevði sjálvandi gjørt frágreiðingina minni gølukenda og harvið minni áhugaverda hjá fjølmiðlunum at válka sær í.
Ein týdningarmikil partur av eini slíkari frágreiðing til myndugleikarnar eigur at vera tilmæli um hvussu bøtast kann um støðuna. Har er einki at finna. Einki, bert atfinning og svartmáling. Tað nyttar lítið at pynta eitt solti innhald við litskrýddum myndum og grafum. Tað er bert hin fákunnigi lesarin sum letur seg villeiða av slíkum stakkalastási.
Spell at so týdningarmikil frágreiðing, umbiðin av myndugleikunum, er ónýtilig, í teirra arbeiði at tryggja okkum øllum eitt betri umhvørvi. Tað er eisini løgi at so ókvalifiserað arbeiði verður latið úr hondum, av teimum sum hava ábyrgdina av eftirlitinum við okkara umhvørvi, Heilsufrøðiligu starvsstov-uni. Av einum stovni sum kostar skattgjaldarunum tíggjutals miljónir av krónum.