Aðrastaðni á síðuni verður greitt frá innihaldinum í hesi, og sum allar hesar 55 kvinnurnar hava fingið í longri tíð.
Orsøkin til hesa undirvísingina er fyrst og fremst at síggja í vandanum, sum HIV/AIDS er fyri tey afrikansku londini - eisini fátæka Mali.
Nógvastaðni eru skeltir at síggja, sum vísa á vandan og í fjølmiðlunum verður dúgliga greitt frá fyribyrging, smittuvanda og avleiðingum av sjúkuni.
Hesi skeltini og eitt átak í fjølmiðlunum hevur veruliga rinið við kvinnurnar, og óttin fyri avleiðingunum av sjúkuni, hevur skapt ein áhuga fyri at fáa meiri at vita.
Tí skipaði ein felagsskapur í Faatoma, m.a. saman við trúboðarafelagsskapinum MELM fyri undirvísing um AIDS, har undirvíst varð nógv í øðrum evnum, eitt nú umskering av kvinnum.
Endamálið við undirvísingini var í fyrsta lagi at fáa tær at síggja, hvussu miklan skaða eitt slíkt inntriv hevði fyri smágenturnar.
Annan vinnuveg
Í øðrum lagi var ætlanin ikki á nakran hátt at sleppa teimum uppá fjall, nú ein størri ella minni inntøka var gloppin teimum av hondum.
Tá undirvísingin var liðug í heyst, varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi í hesum sambandi. Endamálið var at vísa bygdarfólkinum og øðrum á týdningarmiklu avgerðina og stigið, sum hesar 55 kvinnurnar hava tikið.
Samstundis var hetta startskotið til eina ætlan, ein sonevndan mini-banka, hagani hesar kvinnurnar hava fingið eitt lán til at byrja eina nýggja tilveru - sum handilskvinnur!
Við tøkum peningi er ætlanin at hjálpa teimum í gongd við smærri handlar, har tær kunnu selja klæðir, klædnatilfar, rís, hirsu og annað.
Sjálv ætlar okkara Aïssata sær at keypa og selja siðbundin teppir.
- Nei, eg fari aldrin aftur til mítt gamla arbeiði. Lat meg so bara missa status mína her í bygdini.
- Hana havi eg mist, men eg havi fingið so nógv annað ístaðin, sigur hon.
Blóðmissur tekur lívið av kvinnunum
At Aïssata og 54 aðrar kvinnur í heimbygdini Faatoma hava lagt hetta arbeiðið niður, kemur sjálvandi ikki av ongum.
Frammanundan hesi stóru og týðandi avgerðini liggur eitt stórt arbeiði við undirvísing og bevístgering av øllum hesum kvinnunum.
Neyðugt er at skilja, at tað neyvan hevur verið einfalt soleiðis at gevast við hesum vinnuvegi teirra.
At tær so kortini eru givnar, hevur sínar orsøkir:
Í fyrsta lagi fingu tær eina aha-uppliving í undirvísingini. Tær hava áður sæð at mangar gentur eru annaðhvørt vorðnar álvarsliga sjúkar ella deyðar eftir umskeringina. Kvinnurnar skiltu ikki, at genturnar gjørdust veikar og móttakiligar fyri sjúku vegna blóðmissin í sambandi við umskeringina.
Tey vaksnu kendu eisini til plágur og sjúkur, serliga í samband við barnsburð. Mangar kvinnur doyggja orsakað av blóðmissi, men hetta høvdu tær higartil ikki sett í samband við umskeringina.
Eitt vandamál við broyttu lívskósini er, at tær nú kunnu verða stongdar úti úr sosiala lívinum.
Hesin møguleikin verður kortini ikki mettur serliga stórur, tí í Faatoma eru jú allir 55 umskerararnir við í hesi ætlanini.
FAKTA
Umskering
Skurður: Umskering av kvinnum verður gjørd í ymiskum stigum, - frá eini symbolskari skeinu ella við burturtøku av stórum pørtum av kvinnuligu kynsgøgnunum. Sárið verður seymað saman aftur eftir besta førimuni, men blóðmissurin er ofta stórur.
Bannað: Í nógvum londum er bannað at umskera kvinnur. Í Mali er tað ikki revsivert. Mett verður, at 80% av kvinnunum í hesum landinum eru umskornar. Í til dømis Djibouti og Somalia er talið 98%, meðan bert 5% av kvinnunum í Uganda eru umskornar.
(Les eisini greinina "Eg umskeri so onga gentu aftrat")