Umsóknurnar skulu inn í morgin

Føroysku fótbóltsfeløgini hava úr at gera á skrivaraborðinum

Umframt at keypa og selja spælarar, seta venjara og leggja ætlan fyri komandi ár, so skulu feløgini í morgin lata inn umsókn fyri luttøkuloyvið í 2014.

 

Umsóknin skal verða inni 1. feburar áðrenn midnátt. Talan er um luttøkuloyvið fyri Effodeildina og 1.deild. Umsóknin fyri at luttaka í UEFA Europa League og Champions League skal verða inni 1. apríl. Føroyka umsóknin tekur útgangsstøði í UEFA luttøkuloyvinum, men er tillagað føroyskum viðurskiftum.

 

-       Treytirnar fyri at lata inn til tíðina eru strangari í ár, men sum heild so sær tað gott út. Tað sær út sum feløgini veruliga gera ein innsats, sigur Ronnie Háfoss, loyvisstjóri hjá Fótbóltssambandinum, sum leggur afturat, at nøkur feløg longu hava latið umsókn inn.

 

Tað eru nakrar høvðusupplýsningar, sum eru kravdir og skulu verða FSF í hendi í seinasta langi í morgin. Tú kanst kalla tað A treytir og B treytir. A treytirnar eru kravdir upplýsningar, sum FSF skal hava áðrenn midnátt í morgin. B treytirnar skulu í seinasta latið verða inni 28. feburar.

 

Loyvisstjórin ger síðani eitt tilmælið til Loyvisnevndina, sum endaliga avgerð um eitt felag fær luttøkuloyvið fyri 2014. Onkuntíð hevur nógv staðið á, tá ávísir upplýsningar hava manglað.

 

-       Mær vitandi hevur einki feløg í Føroyum ikki fingið luttøkuloyvið, men okkurt dømi er um okkurt felag, sum er komið í trupulleikar. Tað hevur tó eydnast at fáa upplýsningarnar í evstu løtu, greiðir Ronnie Háfoss, sum komandi vikurnar skal gjøgnumganga umsóknirnar frá føroyskum feløgunum komandi vikurnar.