Fosturtøkukanning
Ætlanin at gera eina kanning fyri at vita, hví føroyskar kvinnur fáa fosturtøku, verður ikki sett í verk beint nú.
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hann fyribils hevur gjørt av at bíða við nógv umstríddu kanningina, har ætlanin var at gjøgnumganga sjúkradagbøkur hjá kvinnum, sum hava framt fosturtøkur, fyri at vita, hvør orsøkin var til, at tær tóku hetta stigið.
Hetta merkir kortini ikki, at hann hevur slept royndini at fáa talið á fosturtøkum niður.
Tað merkir heldur ikki, at hann hevur slept ætlanini at fáa tilfar til vega sum lýsa, hví kvinnur vilja hava fosturtøku.
? Sjálv kanningin var ikki nakað endamál í sær sjálvum. Endamálið er at fáa til vega almenn hagtøl sum vísa, hví føroyskar kvinnur fáa fosturtøku og í tí sambandi var ein kanning nevnt sum ein møguleiki fyri at fáa hesi hagtølini til vega.
Men hann sigur, at kanska ber tað til at fáa hesar upplýsingar til vega á ein lættari og smidligari hátt enn tað er at kanna sjálvar sjúkradagbøkurnar.
Í samgonguskjalinum stendur, at arbeiðast skal fyri at avmarka talið á fosturtøkum og hann er longu farin at fyrireika, sum skulu avmarka talið á fosturtøkum.
? Eg havi givið umsitingini í Trivnaðarmálaráðnum nakrar arbeiðsuppgávur á fosturtøkuøkið, sum umsitingin er farin í holt við og arbeiðir við.
Hann sigur, at talan er um at kanna møguleikarnar fyri at seta ein móðurhjálparbólk á stovn. Umsitingin skal eisini kanna, hvussu ein slíkur bólkur skal vera mannaður og um nakrar lógfrøðiligar forðingar eru fyri at seta ein slíkan bólk.
?Samstundis skal umsitingin kanna eftir, hvar lóggávumyndugleikin á hesum øki liggur. Hetta er ein gomul lóg og tað er ein spurningur um myndugleikin liggur í Føroyum, ella um vit mugu ígjøgnum Fólkatingið.
Fáa hagtøl til vega
Bill Justinussen sigur, at fáa vit skipað ein móðurhjálparbólk, sum kemur uppí málið, hvørja ferð ein kvinna biður um fosturtøku, ber væl til at fáa upplýsingar um orsøkirnar tann vegin.
? Kunnu vit fáa somu upplýsingar um orsøkirnar til fosturtøku ígjøgnum ein móðurhjálparbólk, sum vit annars kundu fingið í eini kanning, er tað ein nógv einfaldari loysn.
?Hetta er ikki ein møguleiki, sum er komin mær til hugs fyrr, men ber tað til, er tað ein spurningur um, hvussu neyðugt tað er at gera eina afturlítandi kanning.
Hann sigur, at móðurhjálparbólkurin kann savna upplýsdingar saman til nøkur almenn hagtøl sum kunnu geva okkum ábendingar um, hvørji stuðulstiltøk, vit eiga at seta í verk fyri at fáa talið at fella, sigur Bill Justinussen.
Tó leggur landsstýrismaðurin afturat, at hevur ein granskingarstovnur áhuga fyri at granska spurningin og at gera eina afturlítandi kanning, fer hann sjálvsagt at arbeiða við vælvild saman við stovninum um tað, tí spurningurin er áhugaverdur.