Umstríddur vegur ígjøgnum Leirvík má bíða eitt ár afturat

Tað verður heldur ikki í ár, at farið verður undir at gera mest umstrídda vegastrekkið í landinum og tað er vegurin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin

Illa umstríddi vegurin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, verður heldur ikki gjørdur í ár.

Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, staðfest í Løgtinginum.

Tórbjørn Jacobsen landsstýrismaðurin hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu verður vorðið við hesum vegastrekkinum, ið hevur verið eitt stríðsmál nú í fleiri ár.

Annika Olsen staðfestir, at í lógini um skúlan eru 40 milliónir settar av til tunnilin, men at tað strekkir ikki til og tí ber heldur ikki til at fara undir tunnilin.

Tí verður neyðugt at løgtingið samtykkir nýggja lóg við hækkaðari játtan og ítøkiligari linjuføring.

Mett er, at projektið ígjøgnum Leirvík fer at kosta 50 milliónir, men landsstýriskvinnan roynir nú at prutta prísin longur niður.

Orsøkin til prísmetingina er, at játtanin skal eisini røkka til bátahyl og til at ognartaka lendi.

Samstundis er áður gjørt greitt, at samgongan fer ikki at koma við eykajáttanum í ár til útbyggingingar.

Men samgongan ætlar sær í næstum at gera eina langtíðarætlan fyri tær íløgur, sum skulu gerast hesi næstu árini og í hesi ætlanini fer hon at royna at fáa vegin ígjøgnum Leirvík raðfestan frammaliga.

Sjálv fer hon at virka fyri at peningur verður settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár og hon vónar at politisk undirtøka verður fyri tí.


MYND AV LEIRVÍK


Vegurin ígjøgnum Leirvík er útsettur enn einaferð og tað heldur Annika Olsen er flóvisligt fyri politisku skipanina