Umvæla ikki bygningarnar

Hóast tað er neyðugt at umvæla bygningarnar, ið hoyra til Landssjúkrahúsið fyri 208 milliónir, verður einki gjørt við hetta næsta ár

Bygningarnir, ið hoyra til Landssjúkrahúsið, eru so mikið illa farnir, at teir mugu umvælast fyri 208 milliónir fram til 2010.

Hetta vísir ein kanning, sum Almanna- og Heilsumálastýrið í 1999 setti í verk.

Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 eru eingir pengar settir av til at umvæla bygningarnar á Landssjúkrahúsinum.

Í 1998 vórðu játtaðar 47 túsund til leigu, viðlíkahald og skattir og í 1999 var hendan játtan 3 túsund. Í 2000 vórðu eingir pengar játtaðir, og í ár er ikki ætlanin at játta nakað til hetta endamál.

Kortini er ætlaða játtanin til bygging og løguframleiðslu fyri 2001 heilar 35 milliónir krónur samanborið við 10 milliónir í 2000.

Av hesari játtan ber til at brúka pening til at umvæla Landssjúkrahúsið, men kortini verður í fíggjarlógaruppskotinum gjørt greitt, at mett verður ikki, at pláss er fyri týðandi umvælingum innan fyri játtaða karmin.

Kortini vísir fíggjarlógaruppskotið á, ar roknast má við einum munandi viðlíkahaldsarbeiði, so bygningarnir ikki forfella uppaftur meira. Hetta verður mett at kosta umleið 68 milliónir komandi árini.

Men í sama sambandi verður aftur víst á, at ongin serstøk játtan er sett av til endamálið.