Undarlig grein hjá Rolf Guttesen

Hesin góði Rolf Guttesen tykist ikki sørt illur inn á Jóannes Patursson. Hann um tað.

Bjarti Mohr, Tórshavn

Jóannes er ikki halgimenni og roknaði seg sjálvan ikki sum halgimenni. Best sæst hetta á sálminum »Millum tey lágu tú helt teg, mín kongur hin sæli« í sálmabókini (nr. 176 ) og í songum hansara í Song Bók Føroya Fólks. Hetta sæst eisini á brævskrivingini millum pápan og unga Jóannes, tá ið hann var í Noreg og fekk sær útbúgving.
Hví Jóannes bóndi skal dragast upp í føðingardag Sambandsfloksins upp á henda mátan er eisini óskiljandi. Hann livdi frá 1866 til 1946 og hoyrdi samtíðini til, sum tá var. Tað ber ikki til at draga hann inn í dagsins tjak, uttan so at fyrivarni verður tikið fyri hesum. At spilla deyðar menn út, er annars ikki vanligt í Føroyum og er uttan fyri alt lágmark.
Eg skilji ikki, at Rolf Guttesen fer út við tílíkum skuldsetingum ímóti Jóannes Paturssyni. Onki menniskja er fullkomið, men Jóannes legði hóast alt eina rúgvu eftir seg, bæði í arbeiði og í mentanarlívi føroyinga. Hann stendur fyri nógvum av okkum, sum ein fyrimynd í dagliga arbeiðinum her á klettunum, og tað skal eingin taka frá okkum.