Eru framtíðarútlitini hjá Smyril Line so bjørt, mátti tað ikki verið neyðugt at fari til landskassan at biðja um pening.
Tað eru bæði Joel undir Leitinum, stjóri á Samskipum og Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, samd um.
Sjálv sigur leiðslan í Smyril Line, at eftir fíggjarligu innspræningina og umleggingar í ferðaætlan og øðrum tillagingum, er framtíðin hjá trygg.
- Hví ber tað so ikki til at fáa privatar fíggingarstovnar at fíggja verkætlanina, spyr Joel undir Leitinum.
Somuleiðis undrar at Jóhonna á Bergi, at tað bara er landskassin, sum er sinnaður at fíggja framtíðina hjá Smyril Line.
- Tað er alment kent, at ein góð verkætlan fær altíð fígging og tí er tað undarligt, at tað skal vera landið, sum noyðist at fíggja Smyril Line. Var talan um eina burðardygga ætlan, mátti tað verið fleiri privatir fíggingarstovnar, sum høvdu áhuga í at fíggja, sigur hon.