Undirmannaðir víkingar vunnu

Atli Gregersen sá reytt eftir ófantaligt fríspark. Stutt eftir tað stútaði Finnur Justinussen bóltin í netið, eftir at Sverri Jacobsen hevði lagt innfyri úr høgru.

Stutt framman undan hevði Finnur Justinussen stútað upp um úr stuttari fjarstøðu.

 

ÍF hevði eisini sínar møguleikar. Millum annað skutu teir á tvørtræið, tá Hanus Eliasen royndi seg í fyrra hálvleiki.

 

Við sigrinum stendur Víkingur væl fyri undan seinna hálvfinaludystinum, sum verður spældur í Gøtu hóskvøldið 28. mai.

 

Liðini vóru annars mannaði soleiðis, tá Ransin N. Djurhuus bríkslaði dystin í gongd klokkan 18.30 kvøld:

 

ÍF: Andras Gango ? Áki Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum? Alexander Jovevic, Frank Poulsen, Høgni Zachariassen, Andy Olsen, Nenad Saric ? Hanus Eliasen.

 

Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Andrias Lava Olsen, Sam Jacobsen, Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus ? Finnur Justinussen.