Undirsjóvartunlarnir skulu vera á føroyskum

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, skal vera við til at menna føroyskt vinnilív


Tað hevur stóran týdning at førleikin, sum tað gevur at gera so stórar verkætlanir, sum undirsjóvartunlarnar, verður verandi í Føroyum, tí tað ger tað lættari hjá fyritøkunum at draga tey bestu starvsfólkini til sín, eisini føroyingar, sum starvast uttanlands.

 

Tað halda Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Tey fegnast um, at allir flokkar kláraðu at semjast um so stórar verkætlanir, sum tað er at gera hesar báðar undirsjóvartunlarnar. 

 

Feløgini vóna, at semja verður um fleiri gjørda slíkar útbyggingar, so at byggivinnan í størri mun fær lagt sítt virksemi til rættis.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast eisini um, at politikararnir eru samdir um, at tað skulu tað vera føroyskt vinnulív, og føroyskir arbeiðstakarar, sum skulu gera tunlarnar.

 

Men í hesum sambandi vísa feløgini á, hvussu stóran týdning prosjektmálið hevur, og tí hevur tað stóran týdning, at útbjóðingartilfarið í høvuðsheitum verður á føroyskum.

 

- Tá ið føroyskar fyritøkur bjóða seg fram uttanfyri landoddarnar, er púra náttúrligt, at prosjektmálið er tað sama, sum verður tosað í landinum, har verkætlanin verður framd, siga Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag.

 

- Í Føroyum er tað tíverri í fleiri førum komið fyri, at prosjektmálið ikki er føroyskt. Avleiðingin er, at føroyskar fyritøkur ofta føla at tær “spæla á útivølli” tá ið tær bjóða uppá verkætlanir í sínum egna landi.

 

Kortini halda Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag ikki, at tað er rætt at forða fyri, at útlendskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram at arbeiða í Føroyum.

 

- Men hinvegin er tað heldur ikki rætt, at verkætlanir verða lagdar soleiðis til rættis, at útlendskar fyritøkur hava ein fyrimun fram um tær føroysku og tí eigur prosjektmálið at vera føroyskt.

 

- Er ein útlendsk fyritøka av álvara áhugað í einum arbeiði í Føroyum, hevur hon møguleika at fáa sær ein føroyskan samstarvsfelaga, og ella at seta føroyingar í lyklastørv í sambandi við verkætlanina.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag siga, at hetta mennir fyritøkurnar, so tær betri verða førar fyri at taka stórar verkætlanir á seg.

 

Sostatt er landið við til at skapa karmar fyri áhaldandi búskaparvøkstri og størri inntøkum til fólk, vinnulív og tað almenna.

 

- Hetta eru vitanarstørv, sum føroyska samfelagið hevur tørv á, siga feløgini.