Samanlegging
Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður sáttmálin um kommunusamanlegging millum Oyndarfjarðar-,Skála-og Runavíkar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum í Saltangará.
Samanleggingin verður veruleiki frá 1. januar 2005 at rokna, men fara kommunurnar fram til samanleggingina at hava tætt samarbeiði um øll mál.
- Tað eru sløk hálvt triðja ár, síðan Skála kommuna og Runavíkar kommuna undirskrivaðu sáttmála um samanlegging, og síðan tá hava kommunurnar báðar virka í tøttum samstarvi.
Samlaða fólkatalið í hesum trimum kommununum, sum nú fara at undirskriva sáttmálan um samanlegging hóskvøldið, var á nýggjárinum 3.523.