Framsýningin er komin í lag við samstarvi millum Psykiatriska depilin, Sinnisbata, Stuðulstænastuna og Alv. Framsýningin “Undirverk” er valt út av Ole Wich og Oggi Lamhauge fyri Psykiatriska Depilin. Hon sýnir eitt úrval av verkum, sum vóru tøk í oktobur 2007. Ætlanin er, at hetta slagið av framsýning verður eitt afturvendandi tiltak í samband við altjóða psykiatridagin. Í skránni til framsýningina stendur:
At útrykkja seg, er ein avgerandi partur av at vera menniskjað. Í flestu førum skilja vit ikki ímillum útrykki og persónin handan útrykki. Tí hevur tað persónliga útrykki altíð fingið nógvan ans. Vit verða støðugt viga og dømd í okkara dagliga sambandi við onnur menniskju.
At geva hvør øðrum gætur hevur bæði fyrimunir og vansar. Tað er gott, at hava áhuga fyri hvør øðrum, men vit vita eisini, at tann persónliga framferðin í samfelagnum er undirløgd ávísar normar og hevur ofta trongar avmarkingar. At fara út um hetta markið, sum í dagligari talu verður nevnt “normalt”, inniheldur per definitión ein møguleika fyri burturvísing av felagskapinum.
Eitt ringasta slag av burturvísing er sjúkliggering av persónum, sum hava sinnistrupulleikar og tí hava tørv fyri professionellari hjálp til, at koma víðari í lívinum. Tað er hart, at blíva allýst fyri tað vit ikki megna, ístaðin fyri at blíva vird fyri tað vit megna.
Luttakararnir í framsýningini “Undirverk”, hava í størri ella minni mun verið í samband við psykiatrisku skipanina. Tað er týdningarmikið, her sum í øðrum menniskjaligum viðurskiftum, at taka støði í møguleikum heldur enn í avmarkingningum. Tað er eisini galdandi við hesi framsýning.
Verkini fáa egið lív, soleiðis at vit lættari kunnu taka støðu til útrykki, uttan teir vanligu avmarkingarnar vit hava lyndi at binda hvønn annan við. Verkini fortelja, at tað í øllum viðurskiftum eru nýggir vinklar, nýggjar áskoðanir og høvi til at ríka okkara heim, hóast møguligar avmarkingar.
Framsýningin “Undirverk” er samansett av Ole Wich og Oggi Lamhauge fyri Psykiatriska Depilin. Hon sýnir eitt úrval av verkum, sum sambært okkara vitan varð til taks í oktobur 2007. Framsýningin er eitt úrval, men her eru nógvir aðrir møguleikar.
Framsýningin er opin frá mikudagur 10. oktobur til fríggjadagur 18. oktobur kl. 16 -18.30.