Hann hevur tí sett landsstýrismanninum í fiski- og samferðslumálum ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis:
1. Er tað rætt, at asfaltgoymslan í Hósvík ikki lýkur øll neyðug lógarkrøv um umhvørvisgóðkenning?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at kanna eftir, um tað er annað virksemi hjá Landsverki kring landið, sum ikki livir upp til lógarkrøvini í umhvørvislógini?
3. Um so er, at annað virksemi hjá Landsverki ikki lýkur krøvini í umhvørvislógini, hvussu langa tíð hevur Landsverk til at rætta hesi viðurskifti?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Kim Durhuus, at spurningurin er serliga settur í sambandi við asfaltsgoymsluna hjá Landsverki í Hósvík. Asfaltsgoymslan í Hósvík bleiv tikin í nýtslu miðskeiðis í 1970-unum.
– Alt asfaltið og onnur kemisk evni, sum verða nýtt í samband við asfaltering um alt Føroya land, verða goymd á goymsluni í Hósvík.
– Íbúgvar í Hósvík hava stórar trupulleikar av lukti, serliga tá skip koma við ymiskum evnum til framleiðsluna, sigur Kim Durhuus.
Hann vísir eisini á, at eini 50 fólk hava sítt dagliga yrki í nærumhvørvinum á bryggjuni. At ferðslan er nakrar fáar metrar frá, og Hósvíkar bygd er nakrar hundrað metrar frá goymsluni.
– Tá hugsað verður um øll hesi omanfyrinevndu viðurskifti, er tað sera undranarvert, at asfaltsgoymslan hjá Landsverki, sum skilst, ikki heldur lógarkrøvini um umhvørvisgóðkenning, sigur hann sum orsøkir til, at hevur sett landsstýrismanninum fyrispurningin.