Undrið fór úr Klaksvík við ongum

1. DEILD: Dreymurin hjá nýggja liðnum í næstbestu deildini um enn eina uppflyting fingu skot fyri bógvin í kvøld

Fýra tey fremstu liðini í næstbestu deildini eru tey, sum hava møguleika at flyta upp.

 

Nýggja felagið í næstbestu deildini Undrið FF hevur av álvara bitið frá sær í fyrsta triðinginum av kappingini.

 

Fimm tær seinastu ferðirnar hevur Undrið vunnið tilsaman 13 stig. Men í kvøld vignaðist tað ikki so væl, tá ið Undrið FF var á vitjan í Klaksvík.

 

KÍ vann 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Olaf Karstenson Hansen legði heimaliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hann er ein av evnaríku ungu monnunum, og ein annar av teimum, Tóki á Lógv, átti uppleggið.

 

Tað restaðu 18 minuttir, tá ið Undrið FF svaraði aftur og javnaði til 1-1. Málskjútti var Rói av Fløtum, sum nú hevur skorað trý mál.

 

Tveir minuttir undan leikloki skoraði KÍ 2-1 sigursmálið. Málskjútti var liðformaðurin Kristoffur Jakobsen. Uppleggið átti 16 ára gamli Jóhan Josephsen, sum var fyri fyrstu ferð á liðnum leygardagin, tá ið KÍ á heimavølli tapti 2-1 ímóti B71.

 

Undrið FF hevur 17 stig eftir 10 dystir, og KÍ hevur 16 stig eftir 10 dystir.