Undurbarnið frá Egyptalandi

Hussein Ali Zaky er ein av bestu hondbóltsleikarum í heiminum. Egyptaland er longu sligið út úr HM, men Zaki setti síni spor í endaspælinum við 18 málum

“Gimsteinur frá Nilen” bleiv hann róptur, tá hann tók hondbóltsheimin við stormi til HM-endaspælið í Fraklandi í 2001. Hussein Ali Zaki frá Egyptaland var ein fragd fyri eyga, og hann var ikki minst maðurin aftanfyri fantastiska úrslitið hjá Egyptalandi hetta árið.
Heilt óvæntað sló Egyptaland russiku bjørnina út í fjórðingsfinaluni, men longri komu teir ikki. Teir endaðu á einum 4. plássi í HM, men ein nýggj stjørna var fødd.
 
Zaki slapp ikki til Evropa
Zaki, sum hann vanliga verður nevndur, er ein av teimum fáu hondbóltsspælarunum, sum kunnu fáa áskoðarar at gloyma alt um støðuna í einum dysti. Hann kann bergtaka áskoðarar í ein sovorðnan mun, at teir bert sita og hyggja eftir elegantu kropsfintunum, góða hondbóltseyganum, og ótrúliga skotinum egyptiska spælskiparanum.
Eftir HM-endaspælið í Fraklandi fingu fleiri evropeisk stórfeløg eyguni upp fyri tá 21-ára gamla spælskiparanum. Stórfeløg úr Týsklandi og Spania stóðu á rað fyri at tryggja sær undirskriftina hjá Zaki, men ikki bar til at fáa fatur á honum, tí egyptar sluppu ikki úr landinum, fyrrenn teir vóru 28-ára gamlir.
Tí mátti Zaki bíða við sínum evropeisku ævintýri, men ikki gekk long tíð. Týðandi egyptiski hondbóltspresidenturin fekk bent reglurnar so mikið, at egyptiskir leikarar sluppu út í heim at spæla hondbólt undan næsta HM-endaspælið, sum var í Portugal 2003.
Zaki valdi at halda fram í spanska felagnum, Ciudad Real, so nú gekk leiðin til Spania.
 
“Gimsteinurin” steðgaði upp
Í Ciudad Rela gekk tó einki serligt hjá Zaki. Hann fekk ongantíð gongd á spælið, og um somu tíð bleiv hann ógreiður við venjaran á egyptiska landsliðnum, týskaran Jürg-Uwe Lommel. “Gimstienurin frá Nilen” var steðgaður upp á síni yrkisleið, og framtíðin hjá unga egyptanum sá ikki serliga ljós út.
Nú er Zaki tó við at koma í gongd aftur. Gamli venjarin, Zoran Zivkovic, er aftur venjari á egyptiska landsliðnum, Zaki hevur skift tilveruna í Ciudad Real út við eina tilveru í Aragon, og nú byrjar spælið spakuliga at hanga saman aftur.
Tíverri fyri hondbóltsáhugaði eru Zaki og Egyptaland sligin út í HM-endaspælinum, men “gimsteinurin” er neyvan liðugur at bergtaka fólk, tí hann er hóast alt bert 27 ára gamal.
 
 
Fakta
 
Føddur: 01. mars 1979
Stað: Alexandria, Egyptaland
Hædd: <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;190 cm&quot;$?$end$!$190 cm</st1:metricconverter$?$end$!$<BR>Vekt: <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;85 kg&quot;$?$end$!$85 kg</st1:metricconverter$?$end$!$<BR>Lið: Aragon
Pláss á vøllinum: Miðja