Ung í arbeiði verður í viku 27, 28, 29 og 30. Tey ungu leggja til brots mánadagin 22. juni, og seinasti arbeiðsdagur verður fríggjadagin 17. juli, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er 6 tímar frá kl.9:00 til 15:00, fimm dagar um vikuna.
Tilmeldingin letur upp týsdagin 19. mai kl.10:00. Nærri kunning kemur í komandi viku.
Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði.
Bólkaleiðarar kunnu eisini søkja. Hetta eru vaksin millum 25-35 ár, sum leiða arbeiðið saman við samskiparanum.
Vegna koronosmittuna er kravið, at tú hevur verið í Føroyum í minsta lagi 14 samanhangandi dagar áðrenn fyrsta arbeiðsdag. Hetta er galdandi bæði fyri tey ungu og bólkaleiðararnar.