Ung kvinna koyrdi ávirkað

Heilt nógv fólk hevur verið í býnum í nátt og hjá onkrum teirra vardi veitslan til út á ljósa morgun.

 

 

Um sjey-tíðina í morgun steðgaði løgreglan einum bili uppi í Hoyvík. Ein ung kvinna var einsamøll í bilinum, og eftir at hon hevði blást, varð hon tikin út á Landssjúkrahúsið til at taka eina blóðroynd.

 

 

Bilurin varð parkeraður eitt stað, har hann ikki er til ampa, og so má onkur annar, sum hevur koyrikort og er edrúur, fara eftir bilinum.

 

 

Vakthavandi visti ikki at siga, um promillan var so høg, at kvinnan misti koyrikortið á staðnum, men rúsdrekkakoyringin hjá ungu kvinnuni fær heilt víst fylgir fyri hana, tá úrslitið av blóðroyndunum gerst greitt.