Ung og gomul elska Tinganest

Beint nú er Tinganest á pallinum á Femøren, og tað hóvar fjøldini

Tinganest hevur eina ørgrynnu av slagarum, sum bæði ung og gomul kenna, og tað bæði sæst og hoyrist, nú vágamenninir eru farnir á pallin á MíttLand á Femøren at spæla.

Beint frammanundan var tað Signar í Homrum, sum spældi nøkur av sínum hittum á lítla pallinum, og tað var næstan sum ein felagssangløta.

Lagið er gott á Femøren, og tað er væl meiri av fólki til MíttLand í kvøld í mun til í gjár, og føroyskir útisetar eru komnir úr øllum Danmark til føroyska tónleikafestivalin á Femøren.