Ung skulu finna sær politisku leiðina

Fýra politisk ungmannafeløg hava endurstovnað felag fyri politisk ungmannafeløg, PolUng. Og i heum sambandi skipa ungmannafeløgini fyri pallborðsfundi á studentaskúlanum á Kambsdali mikudagin klokkan 9:45.

Tey fýra ungmannafeløgini eru: Sosialistisk Ung, Ungmannafelagið Samband, Huxa og Unga Tjóðveldi.

- Ert tú til loysing ella samband? Høgru ella vinstru? Skal staturin hava stórt ella lítið vald á tær? Kom og hoyr og luttak í kjakinum millum politisku ungmannafeløgini, sum bresta saman í pallborðskjaki - og finn út av, hvar tú hoyrir heima, siga feløgini.

Endamálið við PolUng og tiltakinum er at stimbra politiska áhugan hjá ungum og fáa tey at taka støðu til viðurskifti í dagsins samfelag.

- Gera vit ikki hetta, kann tað bróta niður okkara fólkaræðisliga rætt, sum er, at øll skulu verða hoyrd og hava ávirkan í samfelagnum.

Evnini, ið kjakast verða um, eru hesi:

Ríkisfelagskapur ? loysing ella samband?

a. Blokkurin ? tiðnast ella skerjast?

i. Búskaparligi/mentunarligi týdningurin av blokkinum ? neyðugur, bara eitt ískoyti ella ein leinkja?

Forboðspolitikkur - Nær er tað gott fyri borgaran, og nær er tað gott fyri samfelagið?

a. Rúsdrekkalógin

i. Liberal

ii. Aldursmark

b. Halgidagslógin

i. Skulu halgidagar ávirka upp- og afturlatingartíðir?

1. T.d. ongan dans 1. jóladag, 1. páskadag, hvítsunnu- og sunnudag. Skal landið gera av, nær vit skulu hava loyvi at dansa?

Miðnámsskúlaskipanin - almenn ella spesialiserað vitan?

c. Víðka ella smalka um linjurnar?

d. Privatskúlar í Føroyum?

Orðstýrari verður á fundinum, sum fer at seta ungmannafeløgunum spurningar. Næmingar og onnur áhugað eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka við spurningum og uppskotum. Tiltakið er alment PolUng: Sosialistisk Ung, Ungmannafelagið Samband, Unga Tjóðveldi og Huxa.