Ung stjørnuskot til Svínoyar

Hetta vikuskiftið fer barna- og ungdómskórið Ung Stjørnuskot, sum er undir Tórshavnar Musikkskúla, til Svínoyar. Túrurin er ætlaður sum ein hugnatúrur, men sjálvandi fara tey at hava konsert eisini

? Vit eru so ræðuliga spent, til tey koma, sigur Rakul Guðjónsson, sum er búsitandi í Svínoy. Hesin túrurin hjá ungum stjørnuskotum er komin í lag í samráð við Rakul og tey. Teir tríggir dreingirnir hjá Ásmundi og Rakul hava allir sungið í Ung Stjørnuskot, meðan tey búðu í Havn.
? Tá vit fluttu út, søgdu vit við tey, at tey máttu koma at vitja okkum í Svínoy. Og nú koma tey so, sigur Rakul, og tað hoyrist væl á málinum á henni, hvussu fegin hon er.
Rakul sigur, at tey koma at hava eina konsert í kirkjuni í Svínoy einaferð leygardagin. Og so kanska onkra afturat úti. Tað veldst um veðrið.
? Um tað viðrar, so fara tey at framføra okkurt úti eisini, tað giti eg. Og tað verður bara so, at so renna børnini runt í bygdini og banka upp á hurðarnar og boða frá, sigur hon.
Tey verða eini 30-40 í tali í ferðalagnum. Og tað fer at merkjast í bygdini. Men tað er ongin trupulleiki at hýsa teimum øllum. Onkur bygdafólk hava lagt hús til, onkur fer inn til Rakul og tey at sova, meðan restin fer í skúlan.
Í skúlanum er ein skúlastova og tvey kømur, og tey ætla at gera tað so, at tað verður sovið í kømurnum, og so eta tey í skúlastovuni.

Fyrstu ferð til Svínoyar
Børnini eru í aldrinum 12 til 17 ár, og tað er fyrstu ferð hjá teimum flestu, at leiðin gongur til Svínoyar. Sigrid Sivertsen er kórleiðari, og hon sigur, at øll gleða seg avbera nógv at sleppa út. Tey yngstu sum tey elstu.
Kórið var í Danmark í fjør á konsertferð, og hon samanber spenningin millum børnini til hesa ferðina við spenningin til tann túrin.
? Hetta verður uttan iva nakað heilt annaðleiðis fyri tey. Tey eru von við at ganga í Havnargøtum og vita millum lítið og onki um, hvussu tað er í Svínoy. So eg ivisti ikki í, at hetta verður eitt gott og stuttligt upplivilisi, sum eg vóni, at tey fara at minnast restina av lívinum, sigur Sigrid.
Sigrid sigur eisini, at tey fara at hava onkra venjing har úti eisini, men hetta verður ikki ein venjingarlega burturav.
Kórið fer at syngja fleiri kend útlendsk løg. Millum annað Friends hjá Michael W. Smith og You got a friend hjá Carol King. Og eisini onkrar føroyskar sangir. Harafturat fara lærararnir eisini at framføra onkran føroyskan sang. Sigrid sigur, at tað er av týdningi at halda eina konsert, sum hóskar til umhvørvið. So hon hevur roynt at funnið løg, sum hon heldur fara at hóska seg til eina tílíka konsert í eini kirkju í eini lítlari bygd í Føroyum.
Hon heldur eisini, at tað er týdningarmikið fyri samanhaldið í einum kóri at fara ein tílíkan túr.
? Tað er sunt fyri kórið at fara til eitt stað sum Svínoy. Tá eru vit har, og vit sleppa ikki so langt, og tað fer at samansjóða kórið betur sosialt og harvið skuldi tað givið eina betur góðsku, heldur hon.
Og meðan tey ungu sum vaksin ganga í Havn og gleða seg til at fara til Svínoyar, gongur Rakul og rokast við at fáa alt klárt, til tey koma. Hon ætlar at hava ein lítlan døgurða tilreiðar, tá tey koma. Síðani verða tey innkvarterað.
Tað eru ongi høli í Svínoy, sum kunnu hýsa teimum øllum 35 í einum, men tað heldur Rakul so avgjørt ikki vera nakar trupulleiki.
? Um tey skuldu farið niður á Danland ein túr til dømis við kórinum, so høvdu tey jú gist í smáum íbúðum, sum liggja tættar saman. Og tað er tað sama herúti. Tað eru ikki meira enn 40 metrar millum húsini, sigur Rakul, sum vónar, at veðrið fer at skikka sær pent, hóast veðurforsøgnin ikki boðar frá tí besta.
Sum sagt, so sungu tríggir av dreingjunum hjá Rakul og Ásmundi við í kórinum, áðrenn tey fluttu, men Rakul veit ikki, um teir verða við í Svínoy.
? Nú hava teir ikki vant við, so tað verður upp til teir og kórleiðaran, sigur Rakul.
Leiðin hjá kórinum gongur aftur til høvuðsstaðin sunnudagin seinnapartin.