Tað var bæði gott og minni gott hjá TB á Svangaskarði á Toftum í dag. TB var á odda 2-0, og aftur 3-2, og í báðum førum eydnaðist tað B68 at javna. Seinasta partin av dystinum spældi TB 10 ímóti 11 monnum, so samanumtikið var tað góðtikið hjá TB-venjaranum, niðurlendska Robert Roelofsen at hava eitt stig við sær um Suðuroyarfjørð.
Á góðu síðuni staðfestir niðurlendski venjarin, at TB í dag megnar at skora trý mál. Tó staðfestir Robert Roelofsen, at enn væntar unga TB-liðnum royndir, sum t.d. hvussu eitt lið skal disponera, tá ein spælir 10 ímóti 11, og ikki leypa á við høvdinum undir arminum, men heldur royna at verja tað ein hevur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Robert Roelofsen hevði at siga á Rás2 fyrr í kvøld.